”Ja, gudsóttin saman við nøgdsemi er mikil vinningur” 1. Tim. 6:6
Í samkomum og kirkjum runt um kring, verður tosað nógv um gudsótta. Og tað er stórt og ein vitnisburður í sær sjálvur at síggja menniskju við stórum gudsótta!
Í omanfyrinevnda versi setir Paulus gudsótta saman við nøgdsemi. Saman eru gudsótti og nøgdsemi mikil vinningur. Hvør ynskir ikki miklan vinning?
Nøgdsemi og takksemi ganga hond í hond. Um vit ikki takka í okkara bønum, verða okkara tankar savnaðir um tað, sum vit mangla ella ynskja okkum heldur enn á tað, vit hava og eru vælsignað við. Hetta virkar til at minka um nøgdsemið.
Fyri uml 2000 árum síðan áminti Paulus okkum at takka: ”Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara” 1. Tess. 5:18.
Tað er ikki bara í dag, at vit ikki eru nøgd. Longu í Edens garði fekk Sátan Evu at savna seg um ta frukt, hon ikki hevði. Hon hevði alt annað.
Í summar vóru eg og ein vinkona í Mykinesi. Tað var tjúkt í mjørka, so vit sóu ikki so nógv av vøkru náttúruni. Til tíðir lætti mjørkin eitt lítið sindur, og tá kundu vit síggja lundarnar frammanfyri okkum og hóma sjógvin, um vit hugdu niður av berginum omanfyri bygdina. Vit bóðu fleiri ferð Gud um at taka mjørkan heilt burtur, so vit sóu betur. Enntá vendu vit bønini soleiðis, at vit bóðu Gud taka mjørkan, so útlendingarnir kundu síggja oynna betur. Men mjørkin lætti bara eitt lítið sindur, so vit hómaðu útsýnið. Vit valdu einaferð at takka fyri tað vakra, vit longu sóu og høvdu sæð. Tá vit høvdu takkað eina løtu, vendu vit okkum á. Tá sóu vit oman í bygdina – púra klárt. Ongin mjørki! Vit sóu niðan móti fjallinum og oman á sjógv. Fantastika flott.
Hetta bleiv ein vitnisburður fyri meg: Onkuntíð skulu vit takka fyri tað, vit longu hava og ikki savna okkum um tað, vit ikki hava, fyri at síggja tað, sum er – og kanska síggja meir enn. Vit hava so nógv at vera takksom fyri!
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: ”Um eg í morgin einans havi tað eftir, sum eg havi takkað fyri, hvat havi eg so eftir?”
Tað er nakað stórt í tí at takka og at vera nøgdur. Ja, saman við gudsótta er tað mikil vinningur!
Skrivað hevur Súsanna Hendriksdóttir Olsen