Navn:
Birgitta Joensen
Aldur:
65 ár
Hjúnafelagi og børn:
Jonhard Joensen, vit áttu 5 døtur. Annebeth, Marianna (sum andaðist 24. mai 2002, 23 ára gomul), Alice, Jonna og Birita ; og eiga vit 12 barnabørn.
Hvar býrt tú?
Eg búgvi Undir Gøtueiði.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri uppvaksin í Fuglafirði. Vit vóru 12 systkin, og eg eri 5. elst (7 systrar og 5 beiggjar); ein beiggi mín doyði í 2018.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Eg hevði eitt trygt og andaligt heim. Eg kann minnast, at vit høvdu andakt í stovuni um kvøldarnar, og so vóru vit altíð leidd á møti og vóru hvønn sunnudag á sunnudagsskúla; eisini á barnalegum í Zarepta, var eg hvørt summar.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði á Bakkafrost.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eftir at hava vaskað skúlan á Kambsdali í 24 ár, og síðani frískúlan, Keldan í 2 ár, ynskti eg at fáa annað starv enn vasking.
Hvat gert tú í frítíðini?
Mær dámar sera væl at vera um mína familju, og mær dámar eisini væl at ferðast. Eg havi eisini altíð okkurt á stokkunum.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Familjukær, álítandi og vinarlig.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Vit vóru við, tá samkoman Keldan byrjaði í 80’unum, og havi følt tað sum mítt andaliga heim.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er ein livandi samkoma, har eg og øll míni samlast til Guðs orð, og higartil hava 8 av okkara barnabørnum gingið í frískúlanum.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í kaffitænastuni og reingerð.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
Mítt ynski er, at samkoman skal vaksa og øll trívast.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
At virka fyri Harran so leingi, sum eg livi.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Tað er nógv, sum eg kundi tikið fram; síðani Marianna doyði, hevur hetta versið verið mær undurfult. Filippibr. 1,21: "Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur"