Umsóknarfreistin fyri skúlaárið 21/22 á BSK nærkast
Sonja I. Jacobsen, 11.08.2021

“Eingin hevur nakrantíð havt ella fer nakrantíð at hava eitt sterkt, livandi samfelag við Gud, uttan fyrst at menna eitt sunt og gott samfelag við bíbliu sína.”*

Hetta er m.a. orsøkin til, at Keldan hevur sett BSK á stovn. Vit ynskja at geva menniskjum møguleika at menna eitt sunt og gott samfelag við Gud gjøgnum góða og sunna bíbliuundirvísing og sita við Jesu føtur og lurta eftir tí, sum Hann hevur at siga. Tað er einki, sum kann umbroyta eitt land og eitt fólk, sum Guds livandi orð.


Skúlaárið 2021/2022 bjóðar BSK 5 skeið. Bíblian, Heilagi Andin, Vekingarsøga, Guds persónleiki og eginleikar , Evangelisering. Freistin at søkja inn á fyrsta skeiðið, er 26. august. Um tú kundi hugsað tær at komið á tað skeiðið ella okkurt annað skeið - ella møguliga øll skeiðini fyri 21/22 - so er at fara inn á bsk.fo (við at klikkja her) og søkja ella bara forvitnast um, hvat annað gott er at lesa um skúlan. 

*Sitat úr bókini “Bíblian og tú” (You and your Bible) eftir Joakmin Lundqvist, sum er í ferð við at verða umsett til føroyskt.

 

Sí fleiri greinar