Tín trúgv hevur týdning
Sonja I. Jacobsen, 29.06.2021

Ein dagin, tá eg las um trúarhetjurnar í Hebrearabrævinum kap. 11, las eg eitt vers, ið eg ikki hevði hugsað stórvegis um fyrr, men sum hesuferð skaraði framúr. Talan er um vers 23, ið sigur soleiðis:

 

Við trúgv varð Móses, táið hann var føddur, í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum; tí tey sóu, at barnið var vakurt, og tey ræddust ikki boð kongsins.

 

Hetta versið sigur nakað um tvey fólk, ið eg ikki kendi navnið á, og sum eg ongantíð áður hevði hugsað skuldu verið umtalaði í sama kapittuli sum Nóa, Ábraham, Móses, Rahab og allar hinar hetjurnar, sum eru skrivaðar um í Hebrearabrævinum kap. 11. Men tó hava foreldrini hjá Mósesi fingið pláss millum allar hesar trúarhetjur.

Tá eg so kannaði eitt sindur meir um hesi foreldur, legði eg til merkis, at einasta stað í Bíbliuni, tey eru nevnd við navni, er í ættarbókum. Tvey fólk, hvørs trúgv hevur havt ávirkan á alla heimssøguna.

 

Tað eru so ómetaliga nógv fólk gjøgnum allar tíðir, hvørs trúgv hevur verið við til at broytt søguna. Við okkara menniskjaligu eygum síggja vit nógvar stórar evangelistar, talarar, prestar, leiðarar o.s.fr, ið gera ein stóran mun í Guds ríki. Hesi - ofta søgubroytandi menniskju - kunnu mestsum altíð útpeika ein ella fleiri, ið hava verið orsøkin til, at tey eru har, ið tey eru. Ein omma sum bað, ein lærari sum eggjaði, eitt foreldur sum stuðlaði ella onkur heilt annar, ið við síni trúgv hevur fingið viðkomandi at blóma.

 

Vit eru øll ymisk, og á ymiskum staði í lívinum. Til tíðir koyrir lívið við fullari ferð, og tað kann tykjast sum at okkara “lítla” trúgv ikki hevur nakra ávirkan á onnur. Aðrar tíðir í lívinum hava vit góða tíð til at uppmuntra, stuðla og á aðrar mátar gera ein mun við okkara trúgv.

 

Sama hvar í lívinum tú ert, kanst tú, við tíni trúgv, altíð vera við til at fáa onkran at blóma og møguliga vera við til at broyta heimssøguna, um so títt navn í framtíðini bert verður at finna í eini ættarbók.

 

Skrivað hevur Jonna Heinesen

 

Sí fleiri greinar