Vit mugu ferð eftir ferð staðfesta, at í okkara egnu menniskjaligu megi megna vit lítið og onki. Vit eru ikki skapað til at bera okkara byrður sjálvi, og tí koma vit ofta í støður, sum tykjast óyvirkomuligar, um vit ikki velja at lata byrðurnar yvir til Guð. Guð ynskir altíð at umbroyta okkara øsku til vakurleika - Hann ynskir at umbroyta okkara byrður til at gerast okkara sigur, sum vit í síðsta enda kunnu hyggja aftur á og minnast sum ein varða á okkara ferð.
Vit lesa um í seinnu Krýnikubók 20, at Jósafat skuldi leiða Júda í bardaga í móti Moabitum og ammonitum. Teir stóðu frammanfyri einum veldigum heri, sum teir í sjálvum sær neyvan høvdu kunna vunnið á. Jósafat valdi tó at lata bardagan í Guðs hendur, og Guð tók teirra byrðu og førdi teir inn í sigur í móti einum heri, sum var nógvar ferðir størri enn hansara egni, uttan at nakar av Jósafats monnum lótu lív. - Guð tók teirra øsku og umbroytti hana til vakurleika! Tað er ikki bara her, at vit síggja dømir um hetta, men síggja vit ferð eftir ferð í Bíbliuni, hvussu Guð vendir ómøguligum støðum til sigur.
Paulus skrivar í Filippi 4:6-7: "Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi."
Vit fáa mangar ferðir so nágreiniliga at vita í Bíbliuni, at Guð altíð stendur til reiðar at taka okkara byrður, um vit also spyrja Hann um tað. Við hvørt kann tað tó vera trupult at geva Guði byrðuna, tí vit á onkran hátt hava sett ein part av okkara samleika í hana. Tað kann vera í gjøgnum eina synd, sum vit ikki ynskja at sleppa okkum av við, ella eina sorg, sum tykist ov trupul at lata fara; ella enntá til tíðir av reinum stoltleika. Tað er tó ikki bara okkara byrður, sum vit skulu geva yvir til Guð. Guð ynskir at fáa alt, sum vit hava. Hann vil vera ein týdningarmikil partur av okkara lívi, ikki bara tá tað gongur illa, og vit hava nógvar byrður at bera uppá, men sanniliga eisini, tá tað gongur væl, og byrðan ikki tykist so tung at bera longur. Tá vit gera tað, seta vit so við og við meir av okkara samleika í Guð, og missa vit á tann hátt tann samleikan, sum vit áður hava havt í byrðuni og syndini.
Men tað allar fyrsta, sum alt hetta krevur, er, at vit velja at geva okkara byrður til Guð. Eins og Jósafat valdi at geva bardagan í Guðs hendur og valdi Guð framum egnan stoltleika, so er fyrsta stigið hjá okkum somuleiðis eisini at geva byrðurnar yvir til Guð. Vit kunnu ikki halda fast í okkara øsku og framhaldandi vænta, at Hann fer at umbroyta tað til vakurleika. Vit mugu fyrst og fremst taka fyrsta stigið og yvirgeva okkara byrður til Hann - so skal Hann nokk taka sær av restini.
Skrivað hevur Hans Terje Vestergaard