Og vit hava lært at kenna og hava trúð kærleikanum, ið Gud hevur til okkara. Gud er kærleiki, og tann, ið verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Gudi, og Gud í honum. 1. Jóh. 4, 16
Kristindómurin er grundlagdur á, at Gud er kærleiki, og at boðið hjá Gudi til okkara er, at vit skulu liva í kærleikanum hjá Honum. Tað er tann heilt stóra avbjóðingin, vit hava sum trúgvandi; at halda okkum til Hann, elska Hann og at elska okkara næsta.
Í 1. Jóh. stendur, at tann, sum verður verandi í kærleikanum, sum vit hava lært at kenna ígjøgnum Hann, verður verandi í Gudi, og Gud í honum.
Skulu vit sum trúgvandi liva okkara lív sum lærusveinar fult út, so er tað av grundleggjandi týdningi, at vit liva í kærleika Guds, og at vit í verki vísa, at vit hoyra okkara kærleiksfulla Gudi til.
Gamla Testamentið er ein lang søgugongd um viðurskifti millum ísraelsfólk og Gud, har Gud vil hava tey at liva tætt Sær og vísa Honum kærleika. Tað gekk upp og niður við tí. Í Nýggja Testamenti er kærleikin til Gud eisini sentrala temaið, sum motiverar Gud til at geva Sín Son fyri okkum og sum afturfyri vil hava, at vit liva saman við Honum í tí kærleikanum, Hann vísti. Lívið hjá Jesusi er eisini fremsta fyrimyndin hjá okkum í, hvussu vit kunna liva eitt lív, har vit endurspegla Hansara kærleika í sambandi okkara við tey, vit møta.
Í Jóh. 15 samanber Jesus okkum við greinarnar á einum víntræi, Seg við víntræið og Gud sum víngarðsmannin. Antin bera vit ávøkst ella ikki, men eru vit ikki partur av trænum, so kunna vit ikki bera ávøkst, sum vit eru biðin um.
Jóh. 15 er eisini eini innilig boð frá Jesusi um, at vit mugu verða verandi í Honum og vísa kærleika. Í vers 12 stendur soleiðis: Hetta er boð Mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og Eg havi elskað tykkum. Sostatt er tað kærleikin, sum er grundarlagið. Hetta sæst eisini aftur í Matt., 25, tá Jesus tosar um, hvat fer at henda, tá vit standa frammanfyri hásætið hjá Gudi, og Hann fer at spyrja okkum, hvat vit gjørdu. Tað, Hann leggur áherðslu á, er, at vit hava víst kærleika á ein praktiskan hátt, við m.a. at føða tey svangu og vitja tey sjúku.
Gud er kærleiki, og vilja vit liva í Hansara kærleika og gera tað, Hann vil hava okkum at gera, eru boðini frá Honum, at vit mugu halda okkum tætt til Hann.
Skrivað hevur Erland Tvørfoss