Líka mikið hvør tín fortíð er, hvat tú hevur gjørt, ella hvar tú hevur verið, so kann Guð venda tí til nakað gott.
Paulus, var ein maður, ið forfylgdi teimum kristnu, men Guð umbroytti hansara lív, og Paulus bleiv tann maður, hann aldrin trúði, at hann fór at vera.
Hansara fortíð myndaði ikki hansara framtíð.
Um tú visti, hvønn Guð skapaði teg til, so hevði tú ikki vilja verið nakar annar! Guð hevur longu skrivað síðsta kapittulin - ert tú klárur at yvirgeva alt til Hann? Eisini tína fortíð, tíni mistøk og tað, ið tú ikki ert stoltur av?
Tí Guð elskar teg meir enn bara at lata teg vera har - Hann ynskir teg tættari.
Jer. 29:11
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Tá vit so hava givið Guði okkara fortíð, tá setir hann okkum í fullkomið frælsi.
Sangurin “ Fullkomið frælsi”, sum Olvheðin Jacobsen hevur skrivað, sigur tað so einastadandi væl í 2. versi:
Tú grøðir mítt hjarta
Tín nærvera heilan meg ger
Heim mítt hon er
Tú, Tú lívgar mína sál
Tí vil eg syngja
Tí vil eg tilbiðja teg
Lat himmal og jørð gerast eitt Í dag, í mær
So minst til, at tín fortíð myndar ikki tína framtíð, nei, lat heldur tína fortíð vera ein lærdóm inn í tína framtíð, til tey amboð tú kanst brúka at hjálpa øðrum í somu støðu, sum tú.