Vit eru mangan so upptikin av at nema okkum útbúgving og søkja vitan. Tað er sum ein óskrivað lóg í okkara samfelag! Útbúgving og vitan verða raðfest høgt!
Alt gott um tað. Tað hevur avgjørt týdning fyri vælferðina í einhvørjum samfelag, at vitan, vísdómur og útbúgving verður raðfest – við tí fylgja nógvar signingar.
Men menniskjan er meiri samansett enn so. Vit vita øll, at ótti kann fylla nógv í menniskjanum, so nógv, at likamið og alt innan í skelvir og piprar. Hetta tekur orku og hugsavnan.
Somuleiðis kann strongd og stúran fylla so nógv í okkum, at tað kennist, sum um tað nóg illa er pláss fyri luft í lungunum – sum fáa vit ikki andað djúpt; strongdin og stúranin fylla so nógv.
Guds Orð sigur aftur og aftur: ”stúrið ikki”, ”óttist ikki”. Hetta stendur ikki bara skrivað nakrar ferðir, nei, hetta stendur skrivað aftur og aftur. Tað sigur mær so mikið sum, at tað hevur stóran týdning, at vit geva hesum gætur. Í Guds Orði stendur eisini: ”latið tykkum fylla av Andanum”. Minni av stúran, strongd og ótta og meiri av Guds Anda.
Eisini tosar Guds Orð um frið – ein frið, ið fer hægri enn nøkur vitan ella nøkur útbúgving. Ein friður, ið fyllir likamið, fyllir lunguni og hjartað. Hann biður okkum bera byrðar okkara til Hansara, leggja okkara ynskir fram fyri Hann, takka Honum og biðja til Hann. So skal hesin serligi friðurin fylla okkum.
Mat. 11, 28-30:
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera - Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær - tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta - so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt."
Fil. 4, 6:
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!
So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Efes. 5,18
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni - í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum,
Skrivað hevur Sonja I. Jacobsen