”Táið eg síggi himmal Tín - verk fingra Tína - mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt” Sálm 8,4
Nú várið er komið, og vit síggja gróður spretta, og fuglar koma aftur, hugsi eg um skaparverkið. Sum tað stendur her í Sálma 8,4, so hevur Guð skapt alt. Tað er fantastiskt at síggja, hvussu væl alt hongur saman í skaparverkinum. Veðrið blívur betri og líggjari, og so kemur vøksturin. Fuglar og onnur djór fara at nørast, og hettar ber bara til um summarið, tí um veturin høvdu ungarnir ikki yvirlivað.
Alt hettar hevur Guð skapt og sett saman, so at tað ber til. Tað er undurfult at síggja.
Og samstundis sum alt hettar er skapt og sett saman, so hevur Guð umsorgan fyri okkum. Sum tað stendur í 1. Pætursbræv 5,7: ”Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.”
Hesin fantastiski Guð, sum hevur skapt alt og veit alt, Hann hevur umsorgan fyri okkum og kennir okkum.
Vit kunnu altíð leita til Hansara og fáa hjálp og styrki frá Honum, bæði tá alt gongur væl, og tá tað gongur ímóti. Hann kennir okkum inn og út - Lukas 12,7: ”Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, so eru tey tøld øll somul.”
So her síggja vit, at Harrin kennir alt um okkum.
Hettar er ein mektigur og altvaldandi Guð, sum vit tæna
Latið okkum tí gera, sum Jesus segði í Matt 28,19: ”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar”. Latið okkum øll royna at vera eitt vitni í gerandisdegnum og gera tað, sum er rætt og gott.
Í øllum hesum latið okkum vísa takksemi til Harra okkara, Jesus, sum gav alt fyri okkum, fyri at vit kunnu blíva frelst.
Gal. 1,3-5: ”Náði veri við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi, v4 sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at hann kundi bjarga okkum út úr hesum núverandi vánda heimi, eftir vilja Guðs og faðirs várs; v5 honum veri heiðurin um aldur og allar ævir! Amen.”
Skrivað hevur Pól Frits Høj