Hvør er Rasmus?
Sonja I. Jacobsen, 27.04.2021

Navn:

Rasmus Frederiksberg

 

Aldur:

56

 

Hjúnafelagi og børn: 

Eg giftist við Annu J. í 1984, og saman eiga vit 7 børn - Martin, Solveig, John Bjarna, Kirstinbjørg, Andras, Dánjal og Róa. Higatil eigi eg eisini 8 abbabørn. 

 

Hvar býrt tú? 

Havi altíð búð á Strondum

 

Hvar ert tú uppvaksin? 

Á Strondum

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár? 

Trygg og góð. 

 

Hvat gert tú til dagligt? 

Alt, sum hevur við bilar og maskinur at gera, og eg reki egna fyritøku saman við tveimum av synunum. 

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Var sjómaður, men pápi mín spurdi, um eg kom at koyra bil, um hann keypti ein bil aftrat. Eg svaraði “tjaaa” og havi fingist við tað síðani 1983 og trívist væl. 

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Campi eitt sindur og hyggi eftir føroyskum fótbólti.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Tað mugu onnur døma um.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma? 

Tað bleiv so natúrligt; eg var við til at byggja samkomuna. 

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví? 

Hon er mítt heim, eg eri púra við uppá visónina, og har er nógv gott fólk. 

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? 

Havi verið í nógvum tænastum gjøgnum árini, men eri nú í møtivertatænastuni og eri leiðari í einum mannfólkahúsbólki. Eisini hjálpi eg til í nógvum praktiskum uttanduraarbeiði. 

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Eg veit ikki um eg skal tora at siga tað…. Eg síggi fyri mær eitt stórt kraftsentur, sum verður fyri allar aldursbólkar - har ímillum bíbilskúlar, skúli, hægri lestur o.s.fr. Hetta kemur at vera sum ein stórur varði fyri allar Føroyar og sum røkkur langt inn í framtíðina.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um10 ár?

Arbeiði hálva tíð í felagnum og hálva tíð í samkomini.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Umframt Jesu lív og Hansara lærusveinar, so dámar mær væl søguna um Job, tí hann fekk ein fantastiskan vitnisburð frá Harranum. 

Ein dagin fekk Harrin vitjan av Satan og spurdi, um hann gav sær far um tænara Sín Job.

 

Í Job 1,8 stendur: 

Tá spurdi Harrin Satan: "Hevur tú givið tænara Mínum Job gætur? Eingin er á jørðini sum hann - so ólastandi og rættsintur maður, ið óttast Gud og heldur seg frá tí, sum ónt er."

  

Vit hoyra næstan bara um, at rík fólk eru ónd, men her er ein søga um ein mann, sum livdi tætt at Gudi, hóast hann var ein av ríkastu monnunum allar sínar dagar.

Umframt er nógv annað gott um Job.

Sí fleiri greinar