Navn:
Emma Maria Hentze
Aldur:
38 ár
Hjúnafelagi:
Martin Ove Hentze
Hvar býrt tú?
Á Nesi
Hvar ert tú uppvaksin?
Á Nesi
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Míni barnaár vóru góð og lívlig. Vit hava altíð spælt nógv úti, og tað vóru altíð nógv fólk heima hjá okkum. Nógv, ið stukku inn á gólvið til prát og hugna. Eg minnist míni barnaár við gleði og eri sera takksom fyri, at míni foreldur góvu mær og mínum systkjum tryggar og góðar karmar at vaksa upp í.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði í Miðberg bakarí.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Tað var fyri at royna okkurt nýtt, og tí mær dámar væl at síggja fólk.
Hvat gert tú í frítíðini?
Mær dámar væl at vera kreativ og at skapa nógv ymiskt. Eg elski at syngja, og annars brúki eg tíð saman við familju og vinum.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Jalig, glað, gestablíð og umsorgarfull.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eftir at hava búð í Danmark í nøkur ár, komu vit í Kelduna. Vit kendu okkum væl móttikin og kendu okkum heima.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Tað er mítt andaliga heim, mær dámar væl felagsskapin, at vit kunnu standa saman og uppbyggja hvønn annan, so vit kunnu verða ljós og salt. Eisini dámar mær væl at vera í húsbólki.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í vaskitænastuni, møtivertur og í lovsangstænastuni. Eg elski at vera við til at lyfta upp Jesu navn og lovsyngja. At syngja lovsang hevur sera stóran týdning fyri meg. Stutt áðrenn mamma fór heim, fekk eg sagt henni, at eg fór at syngja við í lovsangsbólkinum, og vit kundu gleðast um tað saman. Tað eri eg takksom fyri. At sleppa at vera við, hevur verið ein stór signing fyri meg.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuni?
At vit byggja Guðs ríki, og fólk verða frelst. At fólk kenna seg vælkomnan og kenna seg sum heima.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Eg eri takksom fyri hvønn dag. Um Guð vil, og eg livi, so eri eg framvegis virkin í samkomuni. Vónandi havi eg sama starv, har eg trívist sera væl.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Tað eru fleiri vers, ið eg serliga havi tikið til mín og hava vælsignað meg.
Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti. Orðtøkini 31,25
Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar! Esaias 41,10
Hann sang: Harri, eg havi Teg hjartaliga kæran, styrki mín! Harrin er klettur mín, skansi mín, frelsari mín; Gud mín er klettur mín, sum eg søki mær skjól hjá, skjøldur mín, frelsuhorn mítt, borg mín! Sálmur 18,2-3