Vakið!
Sonja I. Jacobsen, 08.03.2021

Í eini talu eg hoyrdi herfyri, varð myndin av einum fiski brúkt. Hendan myndin segði mær so nógv. Tí fari eg at brúka hesu somu mynd. 

 

Tá vit skulu eta fisk, krydda vit ofta fiskin við nógvum salti. Fiskurin hevur alt sítt lív svomið í salta havinum; tí kann hugsast, at hann burdi verið saltur, men tað er hann ikki! Hann er vardur av roðslu, sum ger, at saltið ikki sleppur í hann; tí er hann ikki saltur. 

 

Vit liva í einum heimi, sum er fullur av synd – tað er ein avleiðing av syndafallinun. Her er siðloysi, óreinska, peningakærleiki, avgudadyrkan, klandur, øvund, drykkjuskapur o.s.fr.. Hetta verða vit biðin um at halda okkum burtur frá, so tað ikki sleppur inn í okkara lív. Fiskurin livir í saltvatni, men er tó ikki saltur innaní. Til samanbering liva vit við synd uttanum okkum, men syndin skal ikki sleppa inn í okkara lív. 

 

Vit hava ein mótstøðumann, ið altíð er til reiðar og vil, at syndin skal taka yvir í okkara lívi. Og hann brúkar allar snildir fyri at fáa okkum at fella. Einasta endamál hjá honum er at fáa okkum at fella. Og hann gevst ikki - ongantíð! Tí mugu vit vera vakin og lata okkum í verjubúna. Hvussu gera vit tað? 

 

Gal. 5, 16: Eg sigi: Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins! 

 

Efes. 6, 13-18: Farið tí í øll herklæði Guds, so tit kunnu vera ment at gera mótstøðu hin ónda dag og standa eftir at hava vunnið sigur á øllum! Standið tá gyrd um lendar tykkara við sannleika og latin í brynju rættvísinnar! Havið sum skógvar á fótunum bardagahugin, ið evangelium friðarins gevur! Og lyftið umframt alt hetta skjøld trúarinnar! Við honum skulu tit vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar hins ónda. Takið hjálm frelsunnar og svørð Andans - sum er orð Guds, biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu – 

 

Vit skulu halda okkum nær til Gud, áhaldandi biðja, lesa Hansara Orð og liva í sannleikanum. Hetta vil gerast okkara styrki og verjubúni – okkara herklæði! Soleiðis eru vit før fyri at standa í móti, tá ið freistingarnar koma.

 

Skrivað hevur Eyð Reginsdóttir Frederiksberg

Sí fleiri greinar