Nú tá ið nýggja árið byrjaði, gjørdi eg so sum nógv onnur óivað eisini hava gjørt. Eg dró eina striku í sandin og hugsaði um mítt lív.
Sjálvt um tað ikki snurrar so skjótt hjá mær, sum hjá nógvum øðrum, so haldi eg, at tað gevur nakað at hugsa um tingini.
Mær dámar væl nýggjar byrjanir, og byrjanin á einum nýggjum ári hevur nakað frískt við sær. Tað er sum ein nýggjur kjansur at gera tingini uppá ein ørvísi máta og síggja lívið í einum nýggjum perspektivi.
Meðan eg soleiðis hugsaði og bað, so komu nøkur ting til mín. Hettar er bert høvuðsinnihaldið, við tað at tað ikki eru stundir at fara so djúpt her.
Fyrsta opinberingin í nýggja árinum er hendan:
«Eitt tilvildarligt lív gevur tilvildarlig úrslit»
Tað er torført at náa einum ávísum máli, um eg livi mítt lív á ein tilvildarligan hátt.
Sjálvt um eg væl visti hettar áðrenn, so gjørdist tað meiri livandi fyri mær, og eg fekk eitt brennandi ynski at liva meiri málrættað.
Næsta opinberingin var síðani:
«Eg eri bert ein lítil maður, í einari lítlari bygd, í einum lítlum landi»
Tað er her, eg eri settur. Sum høvd yvir mína familju, sum sonur, svigersonur og beiggi. Sum vinur og nábúgvi. Sum starvsfelagi á mínum arbeiðsplássi og sum bróður í míni samkomu.
Hettar er mín akur, og tað er her, at ávøksturin skal síggjast. Hettar eru kortini, sum eg havi fingið í hondina, og eg kann vinna spælið, um eg leggi rætt. Men eg havi brúk fyri náði – veruliga brúk fyri náði.
Tað eru trý einkul ting, sum endaðu við at gerast kjarnin í øllum hesum (mínum hugsanum um nýggja árið):
- 1. Eg má finna eitt mál, um eg skal liva málrættað.
- 2. Eg má finna ein máta at náa mínum máli.
- 3. Og eg má hava eina drívmegi, sum varir, sjálvt tá ið kenslurnar eru kólnaðar.
Málið hjá mær persónliga bleiv hettar:
1. Liv eitt meiri brennandi lív, leitt av Andanum. Eitt lív, sum gevur meiri úrskurð – bæði andaliga og tímiliga. Umsit tað, sum tú hevur fingið litið upp í hendur uppá ein góðan máta. Hvørt tað nú er hjúnaband, børn, arbeiði ella peningur. Ver ein trúgvur húshaldari yvir tað, sum tú hevur fingið – óansæð um tað er lítið ella nógv. Ver trúgvur í tí smáa.
Mátin er greiður og einkul:
2. Broyt mynstur í gerandisdegnum. Hvussu er brúki tímarnar og dagarnar í hesum árinum fara at avgera, hvussu árini, sum liggja fyri framman, fara at vera. Legg vanar og mynstur av, sum ikki leiða til málið. Prioritera tað andaliga innara lívið, prioritera familjuna, og sker tey tingini burtur, sum ikki leiða til góðan ávøkst. Sáa í dag á røttum stað, soleiðis at tann ávøkstur, sum tú ynskir at síggja meiri av, kann vaksa fram.
Drívmegin:
3. Drívmegin kann ikki vera reinur vilji – ikki bert disiplin. Nei, tað má koma frá einum innara lívi. Eitt lív, sum sprettur burtur úr einum felagsskapi við Jesus. Hann er Skaparin, Hann kann leggja niður í meg tað, sum er neyðugt, fyri at liva eitt lív við góðum ávøksti. Tað, sum vinnur á hesum heimi, er vitnisburðurin um Jesus og blóð Hansara – at hesin vitnisburður býr livandi í mær. Tað er ein vitnisburður, sum allatíð endurnýggjast – tí Hann er livandi og ger okkum livandi við Sær.
Liðið er longu langt út í februar, og eg síggi longu tað, sum eg eisini visti - at andin er fúsur, men holdið er veikt. Men tað er ongin orsøk til at geva upp.
Tí eins og Dánjal setti sær fyri, so kunnu eg og tú seta okkum fyri, at vit vilja vera góðir húshaldarar yvir tað, sum vit hava fingið. Og tá gevur Hann náði.
Tíanbetur eru vit ikki sveinar enn, men bert lærusveinar. Og vit standa í læru hjá Meistaranum. Men oftani, so renna og leika vit í sjálvi og hoyra tískil ikki so væl, tað sum Meistarin sigur.
Má Jesus geva okkum náði at seta okkum við Hansara føtur. Og lat okkum liva – ikki tilvildarliga, men við málinum fyri eyga.
1. Kor. 9,26:
Eg renni tí ikki eins og uppá óvist; eg berjist ikki sum ein, ið høggur í luftina;
Joh. 15,8:
Í tí verður Faðir Mín dýrmætur, at tit bera nógvan ávøkst og verða lærisveinar Mínir.
Skrivað hevur Øyvind Bjerkenes