Navn:
Katrina (Dinna) Nónklett Jacobsen
Aldur:
64 ár
Hjúnafelagi og børn:
Gift við Eyðuni Jacobsen. Vit eiga tríggjar døtur, Birgit, Kristina og Heidi.
Eisini eiga vit tíggju barnabørn.
Hvar býrt tú?
Í Klaksvík
Hvar ert tú uppvaksin?
Í Lamba
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Eg eri uppvaksin í einum kristnum heimi undir tryggum rammum, har eg hoyrdi um Jesus frá barnaárum. Vit eru 2 systkin - 1 beiggi, sum er 2 ár yngri enn eg.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði hjá Miðberg Bakarí. Havi gjørt tað í 21 ár.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Aftaná at vit høvdu búð í Danmark í 17 ár og komu heimaftur í 2000, manglaðu tey fólk hjá Miðberg. Eg søkti og fekk arbeiðið, havi verið har síðani tá.
Hvat gert tú í frítíðini?
Eg elski at ferðast, tað gera vit nógv av, tá ið tað liggur fyri.
Eisini lesi og bindi eg nógv.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Familjukær, rólig, álítandi, jarðbundin.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tá ið vit búðu í Danmark, gingu vit í eini karismatiskari fríkirkju. Tá ið vit so komu aftur til Føroya og búðsettu okkum á Skálafjørðinum, valdu vit Kelduna sum okkara andaliga heim.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan byggir á grundvirðini, sum eg haldi eru eftir Guds orði, trúgv, dóp og visjónir.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í møtivertatænastuni, vaskitænastuni og kaffitænastuni.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
Eg hugsi sjálvandi um, at samkoman skal vaksa, og at øll ættarlið skulu trívast.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Um lív og heilsa verður, so eri eg enn aktiv í samkomuni og fjálgi um familjuna.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Es. 41:10
- Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar