Varða hjartað
Sonja I. Jacobsen, 12.02.2021

Í 2017 var eg í Ísrael. Eg og babba vóru og vitjaðu Bjørgfinnur og familjuna, tá tey búðu har. Vit vitjaðu ymisk støð, ið eru í Bíbliuni. 

 

Eg minnist orduliga væl ein tunnil í Jerusalem, ið vit fóru ígjøgnum. Hann var nokkso smalur, og vatnið kom heilt upp til knøini summastaðni. Tað var bølamyrkt, so vit máttu hava lummalykt. 

 

Hesin tunnulin var bygdur fyri umleið 2700 árum síðani av Ezekias kongi. Jerusalem hevði múr rundan um býin, men keldan, sum gav býnum vatn, lá beint uttanfyri múrin. Hetta var ikki gott, tí so kundi fíggindin koma og bróta økið, har keldan kom upp, so fekk býurin einki vatn. Um býurin ikki fekk vatn, so kundu fólkini í býnum doyggja skjótt. 

 

Fyri at verja býin, valdi Ezekias kongur at byggja ein tunnil undir býnum, so vatnið úr kelduni rann undir býnum og ikki uttanfyri. Nú kundi fíggindin ikki taka vatnið frá býnum, og fólkini í Jerusalem vóru nógv tryggari. Vatnið var tað, sum var mest virðismikið fyri tey, so tey kundu yvirliva; tí máttu tey ansa væl eftir tí!

 

Eg ynski at brúka hetta sum eina mynd uppá okkara andaliga lív. Fyrst vil eg lesa eitt vers, sum stendur í:

Orð. 4:23

Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!

 

Vit síggja, at í Jerusalem var tað vatnkeldan, ið gav teimum lív, tí uttan vatnið, vildu tey doyð. Tí vardu tey vatnkelduna, so fíggindin ikki slapp framat.

Hjá okkum andaliga er tað hjartað, ið gevur okkum lív. So kunnu vit spyrja okkum sjálvi: “Hvat loyva vit í okkara hjarta? Er tað tað góða ella tað ringa!”

 

Man kann eisini spyrja seg sjálvan: “Hvat hyggi eg eftir, hvat lurti eg eftir, og hvat eg geri?” Tað, sum sleppur framat hjartanum, kemur eisini at ávirka hjartað. Tí er umráðandi at hugsa um at lata tað góða koma framat hjartanum. Fylla vit okkum við tí góða, so fáa vit eisini eitt gott andaligt lív, men sleppur fíggindin framat hjartanum við ymiskum ringum, so fáa vit eitt tungt andaligt lív. 

 

Eg vil uppmuntra tykkum at fylla tykkum við tí góða! Til dømis at lesa í Bíbliuni, ganga á møti og fylgjast við røttu vinunum. 

 

Minst til at verja títt hjarta, tí tað er har vit fáa okkara andaliga lív frá! 

 

Skrivað hevur Jón Ingi Heinesen

Sí fleiri greinar