Guds Ætlan við Sex
Sonja I. Jacobsen, 02.02.2021

Nú stundar til viku 6, tá felagið Kyn fer út at læra okkara ungu um sex.

Í hesum sambandi er vert at nevna, at tað er ein bókarøð til børn og ung útkomin á føroyskum/donskum, sum eitur "Guds Ætlan við Sex".

 

Røðin er útgivin av Forlagnum Leirkerinum, Heimamissiónsforlagnum og Føroyskum Fríkirkjum. Bøkurnar byggja á bíbliurnar læru og eru skrivaðar av einum amerikanskum kristnum granskara og professara í sálarfrøði.

 

Í viku 5,6 og 7 verður eitt serligt tilboð, har tit kunnu fáa allar fimm bøkurnar fyri bert 400,-kr. Bílegg á https://leirkerid.fo/ ella https://www.manna.fo/

Sí fleiri greinar