Jón Ingi í starvsvenjing
Sonja I. Jacobsen, 02.02.2021

Jón Ingi hevur verið í starvsvenjing í Kelduni í eina viku. Í tí sambandi hava vit sett honum nakrar spurningar :)

 

Navn: 

Jón Ingi Heinesen

 

Aldur: 

15 ár

 

Hvar býrt tú?

Eg búgvi í Syðrugøtu

 

Hvussu eita foreldur tíni? 

Míni foreldur eita Heidi og Jan Heinesen

 

Hvat gert tú til dagligt? 

Eg gangi í 9. fokki í Fuglarfjarðar skúla.

 

Tú ert farin í starvsvenjing í tvær vikur. 

Hvar hevur tú valt at farið og hví?

Eg var eina viku hjá prestinum í Gøtu Ova Brim, og eina viku hjá Bjørgfinni her í Kelduni. Eg valdi at fara í starvsvenjing í kirkjuni og í Kelduni fyri at fáa betur innlit í, hvat arbeiðið inniber.

 

Hví vildi tú sleppa í eina fólkakirkju og eina frísamkomu?

Eg hevði bæði sum uppskot til praktikpláss. Ovi Brim prestur helt tað vera gott hugskot at fara í bæði støðini, so eg kundi fáa so nógv burturúr sum møguligt. 

 

Hvør er tín ábyrgdarpersónur hesa vikuna, tú ert í starvsvenjing í Kelduni?

Mín ábyrgdarpersónur er Bjørgfinnur Heinesen.

 

Hvørjar eru uppgávurnar og endamálið?

Í kirkjuni slapp eg at royna meg sum deknur, vera við til barnadóp, brúdleyp, samtalur í samband við jarðarferð, andaktir á eldrasambýlum, fundarvirksemi við dómspróstinum og øðrum prestum. Eg og presturin vóru eisini heima hjá langommu og vitjaðu.

 

Eg havi havt fleiri ymiskar uppgávur, meðan eg havi verið í starvsvenjing í Kelduni. Eg havi verið við til at gjørt klárt til at grillin var opin mikukvøldið. Eisini vaskaði eg upp tá. Annars havi eg fylgt við Bjørgfinni og verið á onkrum fundum. Bjørgfinnur hjálpti mær eisini at hava eitt lítið orð til Awake leygarkvøldið. Endamálið er nokk at fáa fólk at trívast væl í Kelduni, og at boða Guðs orð.

 

Hvat hevur tú lært ígjøgnum starvsvenjingina?

Nú dugi eg betur at síggja, hvussu nógv arbeiði verður gjørt í kirkjum og samkomun, ið man ikki hugsar um og sær til dagligt.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Í frítíðini brúki eg nógva tíð uppá at venja fótbólt, og so gangi eg eisini á ungdómsmøti í Gøtu, Leirvík og í Kelduni. Eg eri eisini við í einum dreingjabólki. Vit plaga at møtast aðru hvørja viku.

 

Hvør er tín yndis litur?

Eftir sum at eg eri Víkingur, so má tað vera ljósablátt.

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Ein maður við fáum orðum ;)

 

Tú ert partur av Kelduni. Hví bleiv Keldan tín samkoma? 

Eg havi gingið har síðani eg var smádrongur, og mær dámar væl at ganga her. 

 

Hvat dámar tær væl við Kelduni og hví?

Góðar umstøður, góður lovsangur og eg havi nógva familju, sum gongur á møti her.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Um eg visti tað, so hevði eg verði profetur, men tær gávurnar havi eg ikki fingið enn. Vónandi búgvi eg í Føroyum og havi eitt arbeiði, ið mær dámar.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Fil. 4,13, tí tað fekk eg frá prestinum, tá eg bleiv fermdur:

Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan

 

 

Sí fleiri greinar