Endatíð og rannsakan
Sonja I. Jacobsen, 26.01.2021

Versini, eg koma at taka fram, eru: Luk. 21, 34-36, 1. Pæt. 5, 7-9 og 2. Pæt. 1, 3-11. Tey standa niðast.

 

Góða samkoma, góðu tit øll syskin í Harranum.

Eg komi at deila tankar og tað, ið liggur mær á hjarta við tykkum útfrá nøkrum versum í orðinum, sum hava arbeitt nógv í mær ta seinastu tíðina í 2020, og sum hava verið mær ein áminning, uppvekjan, eggjan og uggan. 

 

Nú vit skriva 2021, vil eg uppmuntra teg til at lesa hesi orð, eg her deili, og grunda yvir tey, døma um og hugsa tína egnu støðu. Tað er við umsorgan og kærkeika, eg hetta skrivi. Vit eru í endanum av teim sístu tíðum; JESUS kemur SKJÓTT! 

 

Í Lukas 21 tosar Jesus um Sína afturkomu, og hvussu tað fer at verða. Í versi 34 gevur Jesus ein ávaring, nakað at hugsa um, hyggja inneftir, døma um sína egnu støðu, so at hesin dagur ikki kemur dáttliga á teg sum ein snerra. Hvat sigur Jesus her, jú, at okkara hjørtu ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og enntá sút fyri hesum lívi.

Tú ert kanska stúrin, bangin, óttast, ja ella hevur tú kanska hert títt hjarta. Vers 35 sigur, at ongin sleppur undan, tí koma skal dagurin á øll, sum búgva um allan jarðarkring. Men Jesus hevur her eina loysn, eggjan, uggan til okkum í vers 36 um at vakja, vera biðjandi, so vit kunnu verða før fyri at komast undan øllum hesum og standast fyri menniskjasoninum. 

 

Vilt tú tað, vilt tú verða við, tá Jesus kemur at heinta Síni. Djevulin ger alt fyri, at vit skulu missa lívið í Jesusi. Í 1. Pæt 5, 8 stendur, at ”hann gongur um sum ein brølandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa”; so ver varin, hann kemur eisini við sniðálopum, farligur; lat teg ikki lumpa. 

 

Góðu tit, nú havi eg skrivað so álvarsamt (og tað er álvarsamt), alt í kærleika, men onki er so ríkt sum tað livandi orðið, so gev tær stundir at lesa hesi lívsælu orð í 2. Pæt 1, 3-11, og lat tey søkka djúpt í títt hjarta til styrki, uggan og hjálp og ikki minst til lívs. So mín bøn er fyri tær/okkum øll í 2021 er, at vit vilja umvenda okkum, eyðmýkja okkum, yvirgeva okkum til Hann, sum elskaði okkum so høgt og gav Sítt lív fyri okkum. 

 

Eg endi við hesum orðini í Jóhs. 5, 24 ”Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” 

 

Takk Jesus, halleluja! Harrin styrki og vælsigni tykkum øll

 

Skrivað hevur Rannvá Royðutoft

 

_____________________________________

 

 

 

Luk. 21, 34-36

v34 Men verið varnir, at hjørtu tykkara ikki skulu verða tyngd av svirri og drykkjuskapi og sút fyri hesum lívi, so at tann dagurin kemur dáttliga á tykkum sum ein snara; v35 tí at koma skal hann á øll tey, sum búgva um allan jarðarkring. v36 Vakið tí á hvørji stund og biðið, so at tit kunnu verða førir fyri at komast undan øllum hesum, ið henda skal, og at standast fyri menniskjusoninum!»

 

1. Pæt. 5, 7-9

v7 Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. v8 Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa. v9 Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin.

 

2. Pæt. 1, 3-11

v3 Við tað at hansara guddómligi máttur hevur givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívs og Guðs ótta við kunnugleikanum um hann, sum kallaði okkum við síni egnu dýrd og kraft, v4 og við teimum hevur givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti, fyri at tit við teimum skulu verða felagar í guddómligari náttúru, tá ið tit komast undan spillingini í heiminum, sum stendst av girndum, v5 so gerið tykkum tí eisini av teirri grund allan ómak fyri í trúgv tykkara at sýna dygd, v6 og í dygdini skynsemi, og í skynsemini avhald, og í avhaldinum tolmóð, og í tolmóðinum gudsótta, v7 og í gudsóttanum bróðurkærleika, og í bróðurkærleikanum kærleika. v8 Tí at tá ið hetta er at finna hjá tykkum og tað tekur til, tá letur tað tykkum ikki vera yrkisleysar ella fruktaleysar viðvíkjandi kunnugleikanum um váran harra, Jesus Krist. v9 Tí at tann, sum hetta ikki er at finna hjá, er blindur, stuttskygdur, og hevur gloymt reinsanina frá sínum fyrru syndum. v10 Leggið tykkum tí tess meira eina við, brøður, at gera kall tykkara og útveljing tykkara føst; tí at tá ið tit gera hetta, skulu tit ikki á nøkrum sinni snáva. v11 Tí at soleiðis skal tykkum ríkliga verða veittur inngangur til harra og frelsara várs, Jesu Krists, æviga ríki.

 

 

 

Sí fleiri greinar