Hvør er Mirjam?
Sonja I. Jacobsen, 20.01.2021

Navn: 

Mirjam Høj

 

Aldur: 

43 ár

 

Hjúnafelagi og børn: 

Eri gift við Pól Frits. Saman eiga vit trý børn, Elisabet, Mattias og Bjørt.

 

Hvar býrt tú? 

Vit búgva á Strondum.

 

Hvar ert tú uppvaksin? 

Eri uppvaksin í Fuglafirði.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár? 

Míni barnaár vóru trygg og góð. Eri uppvaksin í einum heimi, har Bíblian altíð lá á køksborðinum, og har liggur hon enn. Kanska var tað nakað rokaligt uppá tann góða mátan eisini (eg eri yngst av 7 tøttum systkjum).

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg arbeiði í frískúlanum Kelduni.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg var rættiliga ung, tá ið eg føldi eitt týðiligt kall frá Gudi um, at eg einaferð fór at arbeiða sum námsfrøðingur í Kelduni. Tí fór eg á pedagogskúla, og 10-15 ár seinni, tá ið frískúlin varð settur á stovn, hevði eg útbúgving og nøkur ára royndir á økinum. 

At arbeiða við børnum er tað mest gevandi arbeiðið, ið er til, og eg elski tað.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Vit hava eitt festi, so seyðahald og tað, sum har til hoyrir, fer við tí mesta av mínari frítíð. Tað dámar mær sera væl. Eg trívist nógv betri í gummistivlum enn í “stilettum.” ;-)

Annars dámar mær væl at hugna um heima, og tað er sjáldan, eg siti niðri uttan stokkar.

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálva við fáum orðum?

Trúføst, álítandi, støðuføst, djúpt hugsandi, rokalig og introvert.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Tí míni foreldur valdu Kelduna. Eg var 10 ár, tá ið Keldan bleiv sett á stovn og havi verið við alla tíðina.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni?

At vit eru ein samkoma, ið heldur fast við tey kristnu kjarnuvirðini, samstundis sum vit ikki eru alt for bangin fyri broytingum.

Og so skal tað ikki vera nøkur loyna, at eg eri serliga glað fyri, at vit fingu kallið um at hava ein frískúla.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Í sunnudagsskúlaarbeiðinum, vaskitænastuni og eri við í einum kaffiholdi til Awake.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

At vit verða ein umfevnandi samkoma, ið kann virka sum eitt friðarskjól fyri menniskju, ið hava tørv á tí, soleiðis at ØLL, óansæð status, pengapung, familju, aldur o.s.fr. skulu trívast, fáa andaligar tørvir mettaðar og hava tað gott. Hetta eigur altíð at verða gjørt við teimum kristnu kjarnuvirðunum í huga.

At vit leggja dent á missión, bæði úti í heimi og ikki minst her heima..

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Sum tað sær út í løtuni, verði eg har eg eri nú, men eg eri opin fyri broytingum. Mínar royndir siga mær, at eg standi meg best við at vera har, sum Harrin leiðir meg.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Søguna um Jónas elski eg. Serliga tað, at Jónas, tá ið hann var heilt niðri á botninum, valdi at takka Gudi, tí hann visti, at eisini har hevði Gud eina loysn.

Eisini vendi eg aftur og aftur til Sálma 37,3-5:

Lít á Harran, og ger tað góða, búgv tú í landinum og stunda á trúskap, so skalt tú í Harranum hava gleði tína, og hann man tær geva tíni hjartans ynski. Legg tú á Harran tínar leiðir, og lít tú á hann, hann man tað útinna.

 

Sí fleiri greinar