Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón. Jer. 29, 11
Tað er altíð nakað serstakt fyri meg, tá vit koma fram til ársskiftið, har vit líta aftur á tað, sum er farið og hyggja frameftir á tað, sum kemur.
Nøkur av okkum hava upplivað at mist ein av okkara kæru í farna ári. Sjálvur upplivdi eg, at pápi mín fór heim til Harran, og í jólatíðini merki eg tómrúmið, serliga til ymiskar støður, har hann fylti so nógv. Hann elskaði at samla alla familjuna 2. jóladag til ræst kjøt, hugna, gaman og spæl. Men dagurin byrjaði altíð við einum andaligum orði, áðrenn farið varð til borðs.
Hesuferð var 2. jóladagur ikki líka sum undanfarnu. Men eg siti eftir við eini sterkari kenslu av takksemi í mínum hjarta av øllum tí góða, eg havi fingið. Eg blívi altíð so motiveraður til at tæna Harranum, tá eg hugsi um babba. Sanniliga hevur hann latið ein góðan arv eftir seg, og vit kunnu líta aftur á við sorgblídni og takksemi.
Tá ið vit møta avbjóðingum og sorg á leiðini, er umráðandi ikki at steðga upp, men at hyggja upp og gera sum Paulus sigur: “Men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi. Fil 3:14
Tað er umráðandi at hyggja frameftir, at fara eftir málinum, so vit síggja, at Gud hevur friðarætlanir, framtíð og vón.
Ábraham varð kallaður til at fara í eitt annað land, hann fór avstað, tóat hann ikki visti, hvar hann kom. Ábraham leit á, at tá Gud hevði sagt tað, so var tað nóg mikið, tí hann visti, at Gud stóð aftanfyri Sítt Orð. (Hebr. 11:8)
Seinastu vikurnar havi eg verið nógv mintur á tað, sum stendur í Luk. 5:37: “Eingin letur heldur nýtt vín í gamlar skinnsekkir; tí hitt nýggja vínið spreingir skinnsekkirnar, og tað fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast.
Skinnsekkurin er mynd uppá okkum, meðan vínið vísir á Guds Anda og lív. Gud vil, at vit skulu fyllast við Hansara Anda aftur og aftur, og Hann hevur altíð nakað nýtt og frískt, sum gevur lív.
Fyri at skilja myndina av skinnsekkinum, so var ein skinnsekkur ofta gjørdur av einum geitaskinni. Tá skinnsekkurin var nýggjur, hevði hann nógv elastikk í sær og toldi tí væl tað nýggja vínið, sum í byrjanini geraði og gjørdi, at skinnsekkurin útvíðkaðist. Ein gamal skinnsekkur, sum einki elastikk hevði í sær, vildi spreingjast av tí nýggja víninum. Vit eiga at vera sum nýggi skinnsekkurin, tá vit opna okkum fyri meira av Heilaga Andanum og strekkja okkum frameftir, so vil okkara hjarta, sinni og sjón víðkast.
Árið, sum fór, hevur strekt okkum, tað hevur ikki verið so lætt at lagt fastar ætlanir, tí støðan viðvíkjandi koronu hevur ávirkað og skapt óvissu í samkomuvirkseminum. Hóast hetta, so trúgvi eg, at Gud kann venda tí ringa til tað góða, og nakað gott kann koma burturúr. Persónliga trúgvi eg, at vit hava lært at vera meira broytilig, tolin, úthaldin v.m. Henda tíðin hevur strekt okkum eins og skinnsekkurin, og eru vit nú til reiðar til meira av Gudi. Eg trúgvi, at vit koma at uppliva eina tíð frameftir, har Harrin kemur at spenna út teltpelarnar fyri størri vøkstur - bæði persónliga og í samkomuni. Latum okkum tí bara vera klár, tað er tíð til vøkstur, har vit inntaka nýtt land (Jesaja 54:2-3). Tá vit verða strekt, sum skinnsekkurin, so kann tað kennast pínufult, men tað er tí, at tað veksur. Hav tí gott mót, Gud vil framtíð og vón (Jer. 29:11-13).
Takk góða samkoma fyri tykkara yvirgeving til at tæna í Guds víngarði. Tað er ein farmíhjárættur at sleppa at tæna saman við tykkum. Í komandi ári síggi eg fram til, at vit sum samkoma saman inntaka tað, Harrin hevur fyri okkum.
Við hesum fari eg ynskja øllum eitt av Harranum vælsignað nýggjár.
Skrivað hevur Pauli Høj