Hvør er Marianna?
Sonja I. Jacobsen, 05.01.2021

Navn: 

Marianna Gaard Abrahamsen

 

Aldur:
17 ár

 

Hvar býrt tú?
Undir Gøtueiði

 

Hvar ert tú uppvaksin?
Sama stað, Undir Gøtueiði

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Góð og lærurík við góðari familju runt um meg.

 

Hvat gert tú til dagligt?
Eg gangi á miðnám á Kambsdali, búskaparbreyt 1g.

 

Hví valdi tú tað?
Tí eg eri áhugað í fakunum, ið hendan breytin hevur at bjóða. Hóast eg ikki heilt veit, hvat starv eg kundi hugsað mær í framtíðini, so klári eg at ímynda mær, at tað verður okkurt í tráð við breytina, eg havi valt.

 

Hvat gert tú í frítíðini?
Eg vaski og dámi eisini at venja.

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Arbeiðsom, ábyrgdarfull og vinarlig.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg eri uppvaksin her.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Awake. Eg elski at síggja ungdóm samlast um Gud.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Vaskitænastuni, kaffitænastuni og so eisini ungdómshjálparleiðsluni.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At møtisalurin skal vera fullur hvørt leygarkvøld. At síggja nógv brennandi, ið frá ungum aldri av velja at liva sítt lív fyri Jesus.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Gift við familju, liðug við miðnám og vónandi bygt víðari upp á mína útbúgving og eisini fingið eitt starv, ið mær dámar.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Es. 53:5 

Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Hetta versið vísir, hvat Hann hevur gjørt fyri okkum og Hansara kærleika til okkara, og at vit noyðast ikki at gera nakað, tí Hann hevur longu tikið straffina á seg.

Sí fleiri greinar