Hvør er Sunniva?
Sonja I. Jacobsen, 22.12.2020

Navn:

Sunniva Højgaard

 

Aldur:

32 ár

 

Hjúnafelagi og børn:

Eg eri gift við Tóra Højgaard, og saman eiga vit fýra dreingir: Dávid, Christian, Filip og Ádam

 

Hvar býrt tú?

Vit búgva í Rituvík

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Eg eri uppvaksin í Fuglafirði

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?

Eg minnist bara gott aftur á míni barnaár. Eg eri uppvaksin í einum tryggum og andaligum heimi og samkomu, og havi havt tað sera gott har. 

 

Hvat gert tú til dagligt?

Arbeiði sum grannskoðari

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg havi altíð tímað væl tøl og valdi tí at fara at lesa økonomi, tá vit fluttu niður. Heimafturkomin var starv leyst at søkja sum grannskoðari, eg søkti og fekk tað og havi arbeitt við tí síðani. Mær dámar tað bara heilt væl :)

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Gerandisdagurin kann gott verða nakað hektiskur, so mær dámar væl at slappa av og vera saman við familjuni í frítíðini.  

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Eg eri nokk so still og friðarlig og dámi ikki at gera nakað burtúr mær sjálvari. Royni altíð at vera fyrikomandi og álítandi. 

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Sum barn og ung gekk eg í Siloa í Fuglafirði, men tá eg og Tóri giftust, blivu vit samd um at hava eitt felags andaligt heim, og bleiv Keldan tí mítt andaliga heim ❤️

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Fólkini! :) Samkoman er tey fólkini, ið ganga her, og eg trívist væl her. Eg haldi eisini, vit hava eina rúgvu av eldsálum, ið gera eitt fantastiskt arbeiði fyri Jesus! 

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Eg eri við í barnaarbeiðinum og vaskitænastuni

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

At røkka út til enn fleiri, og at tey fólkini, ið ganga her, trívast og blóma

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Livst, so spyrst ;)

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Mær dámar serliga væl vers um Guds stórleika. Um at Hann er størri enn alt og verjir okkum frá øllum illum, og vit tí kunnu hvíla trygt hjá Honum. T.d. sálma 91, 103, 139 og eg kundi blivi við..

Sí fleiri greinar