Kenn tín myndugleika!
Sonja I. Jacobsen, 15.12.2020

Jóh. 1:12: Men so mongum sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at verða børn Guds - teimum, sum trúgva á navn Hansara;

 

Við okkara trúgv, hava vit fingið ein mátt - ella myndugleika - til at vera børn Guds. Men hvat merkir hetta í veruleikanum?

 

Tá ið ein politistur er settur í starv, fær hann ein myndugleika. Hann kann nú handtaka fólk, um tey ikki halda lógina, ella geva eina bót, um ein eitt nú koyrir ov skjótt. Hesin myndugleikin kemur við hansara útbúgving. Eg kann ikki bara fara út á vegin og steðga einum bili, sum koyrir ov skjótt, og geva teimum eina bót, tí eg havi ikki fingið tann myndugleikan - hetta kann bara ein politistur gera.

 

Á sama hátt hava vit eisini fingið ein myndugleika ígjøgnum okkara trúgv. Sum børn Guds hava vit fingið myndugleika yvir tí ónda.

 

1. Jóhn. 4:4: Tit, børn míni, eru av Gudi og hava sigrað teir; tí Hann, sum í tykkum er, er størri enn hann, sum í heiminum er.

 

Og sum børn Guds hava vit fingið atgongd til at brúka Hansara navn, og kunnu tí brúka navnið Jesus til at steðga djevlinum og hansara óndu verkum. Ígjøgnum okkara trúgv hava vit longuð sigrað á heiminum.

 

1. Jóhn. 5:4-5: Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara.

 

Vit eru ikki longur hjálparleys undir veldi djevulsins, men við styrki frá Jesusi eru vit ment at gera alt, sum Hann ynskir, at vit skulu gera.

 

Fil. 4:13: Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan.

 

Djevulin fer altíð at royna at hótta okkum og glepsa eftir okkum - serliga um vit eru andaliga virkin, tí tá eru vit ein hóttan mótvegis honum. Tí er tað altíð gott at vera mintur á, hvønn myndugleika vit hava fingið ígjøgnum okkara trúgv.

 

Frelsan gevur okkum kraft til at vinna sigur á djevlinum og heiminum. Tá ið Jesus býr í okkum, kunnu vit liva eitt lív í sigri.

 

Skrivað hevur Birita Olsen

Sí fleiri greinar