Gullkorn í lívinum
Sonja I. Jacobsen, 01.12.2020

Tað eru fleiri skriftstøð og frásøgnir í Bíbliuni, sum hava stóran týdning fyri meg, men eg velji at taka nøkur serlig fram her.


Í eina tíð las eg Jóhannus kapittul 17, og eg bleiv so gripin av hesum kapittuli, sum vísir okkum Jesu kærleika og umsorgan fyri okkum, við tað at Jesus biður fyri okkum.


Í Jóh. 17,9-12 biður Jesus fyri okkum. Hann biður soleiðis: Heilagi Faðir! Varðveit tey í navni Tínum, sum Tú hevur givið Mær, so tey kunnu vera eitt, eins og Vit!


Hann biður ikki Gud um at taka okkum úr hesum heimi, men um at Gud má varðveita okkum frá illum.


Í Jóh. 17,20 sigur Jesus víðari, at Hann eisini biður fyri teimum, sum við orðum teirra koma til trúgv á Hann. Soleiðis hevur boðskapurin ljóðað líka til henda dag, so vit eisini kundu koma til trúgv á Jesus og onnur aftan á okkum.

 

Hebr. 7,25 vísir eisini á, at Jesus biður fyri okkum. Vit hava ein lýtaleysan høvuðsprest, sum kann fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum, tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.

Tað er so stórt at hugsa sær, at sjálvur Jesus biður fyri okkum, og nakran betri forbiðjara fáa vit ikki.

 

At missa mammu var sera ringt, tí hon fór so brádliga og óvæntað. Tað kendist órættvíst, at júst hon skuldi fara so tíðliga. Í sorgini, sum sýntist tung og samstundis so óverulig, rópti eg til Gud, og Hann svaraði mær við hesum orðum:

Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi mínar! Es. 41,10

 

Eg kendi hetta sum eina heilsan til bæði mammu og mín. Mamma var ikki einsamøll, tá hon fór hiðani, og soleiðis eru vit heldur ongantíð einsamøll. Óansæð hvar vit eru, so sær Hann okkum og er okkum nær. Tað er stórt.

 

Hetta, sum versini niðanfyri siga, havi eg tørv á at biðja, tí alt ov ofta fara orð úr munninum, sum eg ikki fái tikið aftur:

 

  • Lat orð muns míns og hugsanir hjarta míns líka Tær, HARRI, klettur mín og endurloysari mín! Sál. 19,15
  • Harri, set vakt fyri munn mín, vak við varradyr mínar! Sál. 141,3


Í hesari tíð, sum vit liva í, haldi eg, at tað er av stórum týdningi at biðja Faðirin um at geva okkum síggjandi eygu til at skilja og hoyrandi oyru til at fata, soleiðis at vit verða før fyri at skilja, hvat er frá Honum. Latið okkum halda okkum nær til Gud, so heldur Hann seg eisini nær til okkum - Ják.4,8.

 

Gud vælsigni tykkum øll

Skrivað hevur Hansa Sofía Ottosdóttir Høj

 

Sí fleiri greinar