Og tá hann tók at søkka, rópaði hann og segði: Harri bjarga mær!
Mangan havi eg rópað á Jesus, og frá smádreingi av lærdi eg, at Jesus altíð sær og hoyrir, og at Hann elskar øll, sum ákalla navn Hansara. Eg havi aldri ivast í, at Jesus hevur eygu, sum síggja, og oyru, sum hoyra.
Ása kongur herdi hjartað
”Býttliga hevur tú borið teg at” átalar Harrin kong Ása, tá hann var innibyrgdur og biður um hjálp frá Damaskus kongi.
Ása var kongur í Juda og gjørdi tað, sum var rætt í eygum Harrans, og Ása ráðførdi seg við Harran, og altíð gav Harrin honum sigur. Tríati og fimm ár var friður í landinum.
Hesaferð var øðrvísi, tí hann leyp Harran um, og tað bleiv til ólukku fyri Kong Ása, og eftir hetta var ófriður í landinum.
”Tí eygu Harrans reika um allan heimin til tess at magna tey, sum av heilum huga eru við honum” 2. Krýn. 16,9
Kong Ása herdi hjarta sítt og gjørdist sjúkur, men sjálvt í neyð síni søkti Hann ikki til Harran. Guðs orð ávarar okkum um ikki at herða hjartað, og um vit herða okkum, kemur beiskleiki.
Beiskleiki er at líkna við galoperandi kræft, ið etur ein sjálvan upp, har øll virðir syndrast og kann røkka til fleiri ættarlið.
Hettar er nakað, sum kann henda hjá okkum øllum, og vit mugu vera á varðhaldi, tí Devulin er lygnari, drápsmaður og mótstøðumaður Jesusar.
Jesus er frelsarin - garantur fyri Himmalin, Hann er vegurin, sannleikin og lívið.
Eg skal greiða frá einum vitnisburði, sum mær var fyri.
Í 1969 vóru vit brøðurnir: Diktus, Frithiof, Martin, Kaj og farbróðir okkara Jakob Olsen í Føroyingahavnini. Vit fiskaðu við einum Nordafarbáti. Nordafar 21.
Diktus var bátsformaður, og hetta árið var nógvur ísur og smáligt til fisk.
Farið var árla, og komið varð seint heim á kvøldi at avreiða fiskin. Sunnudag fiskaðu vit ikki, og menn fóru á Sjómansheimið á møti.
Eg minnist serliga ein ungan mann úr Leirvík vitna og syngja um Jesus. Hesin doyði av vanlukku heilt ungur.
Í 1966 vóru vit í Tovkussaq við Karin FD 165. Har var væl av fiski.
Vit gjørdu okkum út til eina viku, at royna um fiskur var har norði. Tað var langt at sigla, men royndina vert. Roynt varð norðanfyri Napasok, og vit fingu upp í bátin.
Á heimleiðini komu vit í illveður, og meiningin var at kroka í Napasok, men har fingu vit ikki loyvi at leggja at.
Hildið var síðan til Tovkussaq, og eg fór í koyggjuna. Eina løtu seinni kemur Kaj niður í lugarið. Hann var skelkaður og sigur við meg, at tað var himmalsins ódnarveður, og at Diktus rópti meg upp á dekkið. Ódnarveðrið lá inn á stýriborð, og eitt sker var einar 40 m úr bagborð.
Diktus rópar, at eg má fara í maskinrúmið, og tað var eitt sjokk at fara niður. Tað var myrkt, bert ein veik pera, og man fekk ikki staðið, men mátti á knæ at arbeiða, tí maskinrúmið var so trongligt.
Eg lá á knæ, og báturin var farin at leka so nógv um stýrhúsið, at eg bleiv vátur av tí sjógvi, sum skolaði inn yvir bæði meg og motorin. Eg fekk hildið honum lens og ansað eftir, at motorurin ikki steðgaði.
Tá rópti eg á Jesus – ”bjargar tú okkum, skal eg vitna um teg”,og Hann bjargaði okkum. Inntil tá hevði eg ongantíð vitnað um Jesus, hóast eg trúði, men eftir hettar havi eg vitnað um Hann.
Jesus sigur: tit eru vitni míni, um tit tiga, skulu steinarnir tala.
Vit komu í øllum góðum til Tovkussak, og tá vóru nógvir línubátar komnir har at kroka. Vit avreiddu fiskin í Føroyingahavnini leyarkvøldið.
Nordafar 21 kom til Føroyar í 70´unum, og mong ár var navnið á honum Bakkafossur. Hann sakk einaferð út fyri Skála, meðan teir royndu við nót eftir Brislingi. Eisini tá var Jesus teimun góður, og allir vórðu bjargaðir.
Skrivað hevur Martin J. Olsen