Hvør er Dánjal?
Sonja I. Jacobsen, 24.11.2020

Navn:

Dánjal Vestergaard

 

Aldur:

17

 

Hvar býrt tú?

Eg búgvi í Saltangará 

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Í Saltangará 

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?

Góð. Eg gekk í skúla í Frískúlanum Kelduni, eisini íðkaði eg nógvan ítrótt.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg læri til maskinsmið. 

 

Hví valdi tú tað?

Eg dámi væl tað handaliga. 

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eg spæli fótbólt og trummur. 

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Eg eri trúgvandi. Og eg læri til maskinsmið. 

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Eg eri uppvaksin her og dámi væl at vera her. 

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Eg dámi best lovsangin.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Ja, eg spæli trummur og siti við ljósini og stroymingina. 

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

At vit skulu vera ein samkoma við nógvun ungum. 

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Maskinmeistari við familju 

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Eitt av mínum yndis versum er. Róm. 10:9:

Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.

Sí fleiri greinar