Navn:
Sonlis Sunrid Høj Joensen
Aldur:
56 ár
Hjúnafelagi og børn:
Eg eri gift við Tummas Eli Høj Joensen, og hava vit verið gift í gott 34 ár. Vit eiga 4 fantastisk børn, tey eru John, Signhild Sofía, Eliesar og Solveig. Vit eiga eisini 7 fantastisk barnabørn :)
Hvar býrt tú?
Á Strondum
Hvar ert tú uppvaksin?
Her á Laðagøtu 5 á Strondum, sum eg havi búð alt mítt lív :)
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Góð, trygg og rík barnaár, og vit vórðu leidd til Guds orð frá heilt lítlum av.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði í Frískúlanum í Kelduni.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg hevði arbeitt í 10 ár sum dagrøktarleiðari og dagstovnsleiðari á Strondum, tá Frískúlin Keldan skuldi byrja, har tey søktu eftir námsfrøðingi. Eg føldi meg leiddan at søkja starvið (og fekk skump frá manninum at søkja), og takk og lov fyri, at eg fekk tað. At arbeiða við børnum er tað besta, eg veit :)
Hvat gert tú í frítíðini?
Mær dámar so væl at binda, syngja, fáa vitjan, vera nógv saman við familjuni, og eg eri nógv um mína elskaðu mammu og elskaða pápa og ikki at forgloyma, so gangi eg eisini í bindiklubb :)
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Glað, jalig, eldhugað, erlig og opin, støðuføst, fyrikomandi, hjálpsom, nú man vera nokk sagt um meg :)
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Foreldrini leiddu okkum í kirkju, missiónshúsið á Strondum, teltmøtir við Leynavatn, teltmøtir á Gøtueiði og so í Kelduna í Skálafirði, og har hava vit verið til denna dag :) og trívast sera væl.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Keldan er eitt heim, har vit sum systkin í Harranum eru saman í álvara og gaman. Her er pláss fyri øllum og deiliga lætt og lívligt.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í lovsangstænastuni og kaffitænastuni.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At fleiri og fleiri leggjast afturat og kenna seg heima í Kelduni og vilja virka fyri Harran.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Vónandi í sama fantastiska staði.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Tað, sum eg so ofta verði endurgivin fyri at siga: Tú skalt vera ímóti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu vera ímóti tær.
Matt. 7,12: Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum.
Hetta er so vælsignað og gott at læra; at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum!
So er tað eisini eitt, sum hevur givið mær troyst og ugga í ymiskum torførum tíðum: Sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera.
5. Mós. 33,25: Av jarni og kopari veri sláir tínar, og sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera.
Tað eru so nógv góð lyftir í Bíbliuni, eg verði aldri liðug, um eg skuldi skrivað øll :)