Hvør er Jákup Pauli?
Sonja I. Jacobsen, 27.10.2020

Navn:

Jákup Pauli Frederiksberg

 

Aldur: 

16 ár

 

Hvar býrt tú? 

Eg búgvi á Skálavegi 343 á Skála

 

Hvar ert tú uppvaksin? 

Á Skála 

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár? 

Míni barnaár, haldi eg sjálvur, hava verið fantastisk. Eg eri uppvaksin í einum trúgvandi heimi, har bæði míni foreldur eru trúgvandi, og vit hava havt tað gott allan vegin í gjøgnum.

 

Hvat gert tú til dagligt? 

Eg gangi á búskaparbreytini á Miðnámi á Kambsdali. Her havi eg gingið í umleið 2 mánaðar.

 

Hví valdi tú tað?

Eg valdi at fara á búskaparbreytina á Miðnámi, av tí at mær dámar væl at arbeiða við tølum, og at ganga í skúla fellir mær ikki so ógvuliga tungt. 

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Í frítíðini fer nógv tíð til at sparka. Vit eiga eisini ein bát, so um summarið fer nógv tíð til hann. Fiska havi eg altíð dámað væl. Eg eri eisini í tveimum húsbólkum í Kelduni, har vit eisini samlast regluliga. Eri eisini nógv saman við vinum.

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Sosialur, ábyrgdarfullur, trúfastur og fyrikomandi.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma? 

Eg eri so vælsignaður, av tí at míni foreldur ganga høgt uppí at fara á møti og hoyra Guðs orð, so fall tað bara sum ein sjálvfylgja, at eg eisini gekk á møti. Hetta dámdi/dámi eg sera væl.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Eitt, sum mær dámar ógvuliga væl, er AWAKE leygarkvøld. Eg byrjaði at ganga á AWAKE sum heilt ungur, og eg elski tað líka nógv enn. Eisini at síggja so nógvan ungdóm samlast undir Guðs orði. Tað er bara fantastiskt. 

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? 

Eg siti við ljósinum, geri ljóðið, sum fer í stroymingina, og so eri eg eisini í einum ungdómsbólki, ið ger ymiskt á AWAKE.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Mín størsti dreymur fyri samkomuna og yvirhøvur, er, at salurin skal vera fullur hvørt leygarkvøld. At síggja ein ungdóm í Føroyum, ið er brennandi og elskar Jesus, er mítt størsta ynski.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Um alt gongur, sum tað skal, so eri eg liðugur við mína miðnámsútbúgving og eri farin at lesa víðari ella byrjaður at arbeiða onkustaðni.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Eitt vers, sum mær altíð hevur dámað væl og hevur sagt mær sera nógv, er Sálmur 23:1. Har stendur: Harrin er hirði mín; mær fattast einki. Hetta versið er ógvuliga gott.

 

Sí fleiri greinar