Ikki biði eg, at tú skalt taka teir burtur úr heiminum, men at tú skalt varðveita teir frá tí illa. Jóh. 17, 15
Hetta skriftstaðið rammaði eg inn til eitt av børnunum, tá tað byrjaði upp á tannárini. Hetta kom eg at hugsa um, tá eg á arbeiðsplássinum dagliga eygleiddi dunnurnar, ið vit høvdu. Hvussu tær dagliga svumu í vatninum, og hvussu vatnið perlaði av teimum. Men ein dag var øðrvísi; tær vóru vorðnar oljudálkaðar, og vit noyddust at sleppa okkum av við tær.
Hetta fekk meg at hugsa um eina Credo-sending, har Silas Olofson var gestur. Hann greiddi frá, at einaferð, ein oljudálking hevði verið, fór hann út at kanna fugl. Har var nógvur deyður fuglur. Summir vóru ordiliga smurdir inn í olju, og á summum sá hann einki á. Men allir vóru deyðir.
Tá hann so kannaði betur eftir, var ein lítil oljuplettur – tað var nokk til, at fuglurin doyði, tí fjarðarnir skuldu vera vatntættir, men nú kom kuldi innígjøgnum.
Soleiðis er eisini við okkum. Vit verða dálkaði. Tann einasta sápan, sum kann reinsa okkum, er Jesu blóð.
Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. 1. Jóh. 1, 7
Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. 1. Jóh. 1, 9
Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans. Harm. 3, 22-23
Harri, hjálp okkum at standa ímóti tíðarrákinum! Ver Tú loðsur okkara!
Skrivað hevur Sólfríð Heinesen