Hvør er Siri?
Sonja I. Jacobsen, 11.08.2020

Navn:

Siri Johnsdóttir í Grund

 

Aldur:

35

 

Hjúnafelagi og børn:

Eg eri gift við Martin í Grund, og saman eiga vit Johnbjørn og Treysta

 

Hvar býrt tú?

Eg búgvi í Syðrugøtu

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Eg eri uppvaksin á Eiði

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?

Míni barnaár vóru ordiliga góð, stuttlig og trygg. Vit spældu nógv úti í náttúruni og sluppu til fulnar at njóta barnaárini uttan stúranir.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg havi arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur, men havi nú skift yrki og havi júst fingið prógv sum lærarinna. Eg skal byrja í nýggjum starvi, nú skúlarnir byrja aftur. 

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Tí mær dámar væl at arbeiða við menniskjum. 

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Mær dámar væl at gera ymiskt kreativt, at skapa eitthvørt. Eisini dámar mær væl at lurta eftir tónleiki, ganga túr og vitja vinir. Fyri tíðina brúki eg eisini nógva tíð at innrætta okkara nýggja heim.

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Eg trívist allarbest saman við fólki og fái orku av at vera sosial. Annars meti eg meg vera fyrikomandi, jaliga og álítandi.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Eg eri mestsum uppvaskin í Kelduni, og tá eg so bleiv vaksin, avgjørdi eg at halda áfram at vera ein partur av samkomuni. 

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Eg kenni meg vælkomna, og tað er eitt gott andaligt heim. Mær dámar sera væl lovsangin.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Eg og Martin eru húsbólkaleiðarar í einum familjuhúsbólki, harafturat eru eg við í vaskitænastuni, kaffitænastuni og sunnudagsskúlatænastuni. 

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuni?

At vit áhaldandi røkka út til menniskju við Guðs kærleika. At samkoman kann vera til hjálp hjá fólki á ymsan hátt, bæði andaliga, sálarliga og praktiskt.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Vónandi eri eg frísk og geri okkurt ordiliga spennandi, kanska í Føroyum ella onkra heilt aðrastaðni. 

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Mær dámar sera væl Matt. 6, 25-34. Hesi versini minna okkum á ikki at stúra. "Marstin and the Revelators" hava skrivað ein sang út frá hesum versunum, hann eitur, Lilly in the valley, og er heilt vist verdur at lurta eftir.

 

Sí fleiri greinar