Frískúlin Keldan 10 ár
Sonja I. Jacobsen, 19.08.2020

Tað vóru nógv fitt, spent og smílandi andlit at síggja, nú Frískúlin Keldan lat hurðarnar upp aftur fyri næmingunum eftir eina langa summarferiu.


Tað eru mong ár síðani dreymurin um ein kristnan frískúla av fyrstan tíð spíraði innanfyri samkomuna. Dreymurin sløknaði ongantíð – hann gjørdist bara størri og størri. Fleiri eldsálir vóru í samkomuni, ið fóru at arbeiða miðvíst fyri at gera dreymin til veruleika. Arbeitt og bygt varð í nógv ár fyri at gera fysisku karmarnar klárar. Eisini vóru ætlanir lagdar fyri skúlavirksemið, og arbeitt varð í langa tíð við at fáa loyvir og annað upp á pláss.

 

Í august í 2010 vórðu fyrstu 19 børnini boðin vælkomin í Frískúlan Kelduna. Tað vóru nøkur spent børn, ið trinu inn um skúlagáttina, og ikki minni spent vóru starvsfólkini, ið byrjaðu í sera smáum korum og máttu duga at hava ein gerandisdag við nógvum ávegis tillagingum. Men gleðin var stór, og Gud var við!

 

Í dag hýsir skúlin 98 næmingum og 16 starvsfólkum. Skúlin bjóðar forskúla til og við 7. flokk og arbeitt hevur verið øll árini við at menna skúlan, so læringsuppgávan kann fara fram á best hugsandi hátt.

 

Skúlin er nú 10 ár – tað byrjaði sum ein dreymur, ein visión. Vit stóðu saman – góvu, bóðu, arbeiddu, bygdu og løgdu ætlanir. Gud var við, Hann signaði. Æran veri Hans!

 

Hóast fysisku karmarnir nú eru tilstaðar, og skúlin koyrir, er enn tørvur á, at vit standa saman um visiónina, at vit dekka skúlan í bønini.


Hjartaliga til lukku við 10 ára degnum, Frískúlin Keldan!

___

 

Myndir frá fyrsta skúladegi hjá forskúla og 1. flokki síggjast á heimasíðuni hjá Frískúlanum Kelduni. Leinkja er HER

Sí fleiri greinar