Lærlingaskipanin
Sonja I. Jacobsen, 04.08.2020

1. Kor. 4, 9-16

 

Tá ið eg bleiv spurd um at hava orðið, hugsaði eg nógv um, hvat tað skuldi vera. So kom eg fram á eitt, sum eg hevði úr einum vikublaði fyri nógvum árum síðani.

 

Lærlingaskipan
Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir.

 

LÍVIÐ var sanniliga væl einfaldari fyrr. Var maður handverkari, var líkt til, at sonurin bleiv tað við. Tað stóðst av, at verkstaðið var heima við hús, og drongurin arbeiddi saman við pápanum. Sonurin fylgdi væl við, hvussu pápi gjørdi viðin til, savnaði lutirnar til borð ella bonk. Tað var lærlingalæra, ið dugdi.


Flestu ungdómar læra ikki vinnuligu síðuna longur. Yrkisleiðin er ov fløkt og læran ov kravmikil.


Ein síðan við lívinum er tó tann sama, sum fyri árum síðan. Børn ikki bara lærdu av pápa og mammu, hvussu at laga lutir til; tey lærdu eisini um lívið, sóu virði foreldranna og atferð í virkni hvønn dag við hús.


Trúgvandi mammur og pápar hava framvegis "smáar lærlingar", ið eygleiða, hvussu trúgv teirra roynist í verki. Tað hendir við máltíðir, í bili, í krambúð, í samrøðu við ella um grannar - alla tíðina. Hvør eitt "lagaligt høvi" til at læra børn okkara at liva fyri Kristus! Og unga fólkinum ikki bara tørvar tað, teimum dámar tað við.

 

Paulus bað børn síni í trúnni um at gera sum hann - fylgja fyridømi sínum (1. Kor. 4,16). Liva vit fyri Kristus á slíkan hátt, at vit ynskja børn okkara at líkjast okkum?

 

Skrivað hevur Paula Frederiksberg

 

 

1. Kor. 4, 9-16:

9 Tí mær tykir, at Gud hevur sett okkum ápostlarnar fram sum teir, ið minst hava at týða, sum deyðadømdar; sjónleikur eru vit vorðnir heiminum, bæði einglum og menniskjum.

10 Vit eru dárar fyri Kristusar skuld, men tit eru klókir í Kristusi; vit eru veikir, men tit sterkir; tit eru heiðraðir, men vit vanærdir.

11 Líka til hesa stund líða vit bæði hungur og tosta, eru naknir og fáa nevasløg og hava einki verðandi stað;
12 vit strevast og arbeiða við okkara egnu hondum. Vit verða skeldaðir út - og vit signa; vit verða atsøktir - og vit tola tað;
13 vit verða spottaðir - og vit tala góð orð; sum gólvsóp eru vit vorðnir heiminum - øllum eitt útskot líka til nú.
14 Eg skrivi ikki hetta fyri at gera tykkum til skammar; nei, eg áminni tykkum sum elskaðu børn míni.
15 Tí um tit so hava tíggju túsund lærimeistarar í Kristusi, so hava tit tó ikki nógvar fedrar; tí í Kristi Jesusi eru tit við evangeliinum børn míni.
16 Eg áminni tykkum tí: Verið eftirfylgjarar mínir!

Sí fleiri greinar