Sí, til sannleiks í hjartadýpi er hugur tín, í hjartans duld tú meg vísdóm lærir! Sálm 51,8
Dávid hevði syndað ímóti Gudi. Hann hevði verið inn hjá Betsebu, konu Urias, sum stóð á frontinum í krígnum fyri sítt land.
Vit kenna søguna. Betseba gjørdist við barn, og Dávid visti, at barnið var hansara. So tók hann Urias úr krígnum, fyri at hann skuldi fara inn til konu sína, men Urias vildi ikki, at hann skuldi hava tað gott, meðan hansara landsmenn strýddust.
So nú hevði Dávid ein størri trupulleika. Har var einki annað at gera enn at senda Urias, har størsti vandin var, og har fall kappin Urias.
Nú skuldi man trúð, at Dávid hevði tað gott. – Hann hevði ruddað trupulleikan av vegnum og trúði, at eingin visti, hvat var hent. - Men Harrin sendi Nátan profet til Dávid.
Vit kunnu lumpa nógv menniskju, men ikki Gud. Nátan segði tað, ið Gud hevði biðið hann sagt. Tá hann var liðugur, segði Dávid: ”Eg havi syndað móti Harranum.” Og Nátan segði við Dávid: ”Harrin hevur eisini fyrigivið tær synd tína, tú skalt ikki doyggja. Men av tí at tú við atferð tíni hevur vanvirt Harran, skal sonurin, ið tær er føddur, vissuliga doyggja” 2. Sám 12,13-14.
Harrin ynskir, at vit eru ærlig og sonn, og at vit hava eitt reint hjarta. – Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti! Koyr meg ei burtur frá ásjón tíni, tak ei tín heilaga anda mær frá! Veit mær aftur gleði um frelsu tína, halt mær uppi við einum reystum anda! Sálma 51, 12-14
Dávid gjørdi tað, sum vit vilja kalla eina ”stóra synd”. Hann tók konuna hjá einum øðrum manni og sendi mannin sjálvan í deyðan fyri at fjala sína synd. Úrslitið av hesum var, at sonurin mátti doyggja.
Adam og Eva ótu ”bara” av eini frukt, og úrslitið av tí var eisini deyði.
Spurningurin er ikki, um syndin er stór ella lítil, tí lønin av allari synd er deyði.
Øll hava syndað, og øll hava brúk fyri náði, og hana fáa vit við at koma til Jesus. Dávid kom aftur til Guds og bað um fyrigeving, og hann vendi um frá síni synd. Gud fyrigav honum.
Gud ynskir ongantíð at oyðileggja okkara lív. Hann vil byggja upp tað niðurbrotna, fyrigeva syndirnar, og hann gevur okkum loyvi til at venda um og byrja av nýggjum. Men valið er okkara. Vit mugu velja at koma til hansara við syndini og viðurkenna tað skeiva, sum vit hava gjørt og venda um.
- Men vilja vit tað?
Skrivað hevur Oddbjørg Abrahamsen