Josva: ”Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!”– Josva 24.15
Sadrak, Mesak og Abed-Nego: ”Gud okkara, sum vit dýrka, er mentur at bjarga okkum; úr hinum brennandi eldsovni og av hond tíni skal Hann frelsa, kongurin! Men um so er, at Hann ger tað ikki, skalt tú vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!”– Dán. 3.17-18.
Um Dániel: ”…og tríggjar ferðir um dagin fall hann á knæ í bøn og tøkk fyri ásjón Guds – júst sum hann hevði gjørt áður.”– Dán. 6.11
Asaf: ”…eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM fyri at kunna vitna um øll verk Tíni.”– Sálm. 73.28
Paulus: ”Eg eri tí – fyri mín part – til reiðar at kunngera evangeliið…”– Róm. 1.15
Menn, ið Nehemias deildi sína visjón við: ””Vit skulu gera okkum til reiðar og byggja!” Og teir fóru fúsir undir hetta góða verk.”– Neh. 2.18
Um Pætur og Andrias: ”Við tað sama fóru teir frá gørnunum og fylgdu Honum.”– Mat. 4.20
Um Jákup og Jóhannes: ”Tá fóru teir við tað sama frá bátinum og faðir sínum og fylgdu Honum.”– Mat. 4.22
Um Levi: ”Tá reistist hann og fylgdi Honum.”– Mark. 2.14
Dávid: ”Muður mín skal vitna um rættferð Tína, um frelsu Tína allan dagin; tí eg veit ikki enda á teimum.”– Sálm. 71.15
Paulus: ”Eg varð tí ikki, Agrippa kongur, hini himmalsku sjón ólýðin…”– Áp. 26.19
Pætur og Jóhannes: ”Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!”– Áp. 4.20
Jesus segði: ”Vil nakar tæna Mær – hann fylgi Mær! Og har sum Eg eri, skal eisini tænari Mín vera! Um nakar tænir Mær – hann skal eisini Faðirin æra.”– Jóh. 12.26
HVØRJA AVGERÐ TEKUR TÚ? – Hvørjum vilt tú tæna? Hvørjum vilt tú fylgja? Og til hvat endamál vilt tú halga lív títt?
Okkara lív verður í ein ógvuliga stóran mun myndað av teimum avgerðum, ið vit taka. Jesus segði ikki: ”Kundi nakar hugsað sær at tænt Mær…” ella: ”Droymir nakar um at tæna Mær…” – nei, Hann segði ”VIL nakar tæna Mær…”– og legði aftrat: ”…hann fylgi Mær!”
At tæna Jesusi er í fyrsta lagið ein avgerð, ið vit taka í hjørtum okkara. Í øðrum lagið er tað ein handling, ið vit gera – vit fylgja Honum.
Skrivað hevur Ólavur Jacobsen