Navn:
Maria Vinjardsdóttir Johansen
Aldur:
15 ár
Hvar býrt tú?
Eg búgvi í Saltangará
Hvar ert tu uppvaksin?
Eg eri uppvaksin í Saltangará
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Míni barnaár hava verið góð og trygg, har eg eri upplærd í Guds orði, og hvussu týdningarmikið tað er at hava Gud við í øllum
Hvat gert tú til dagligt?
Eg gangi í skúla
Hvat gert tú í frítíðini?
Eg spæli fótbólt, eri saman við vinum og gangi á møti
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa teg sjálva?
Eg eri mild, blíð, hjálpsom og positiv
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tí at míni foreldur ganga har, og tað er samkoman, eg eri uppvaksin í
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Man følir seg væl at koma á møti, tí at øll eru so fitt og blíð. Og at tað er so frítt
Ert tú við nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri í stroymitænastuni
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At fleiri skulu koma at kenna Gud, og at samkoman skal vaksa
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú um 10 ár?
Rokni við at eg verði í Føroyum, nokk fingið eina útbúgving og tæni í Kelduni
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Eg havi altíð dámað versið Esaias 41:10
Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Hetta versið hevur hjálpt mær í ringun støðum, og tá eg havi verið óttafull.