Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktið eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgið so trúgv teirra! Hebr. 13:7
Fyri einum góðum mánaða síðani flutti verfaðir, Jógvan Martin Høj, heim í teir ævigu bústaðir. Hann er ein av okkara undangongumonnunum, sum byrjaði samkomuarbeiðið í Kelduni. Sum 60 ára gamal avgjørdi hann at gevast sum bussførari og geva restina av sínum lívi til samkomuna í sjálvbodnum arbeiði. Her hevur hann trúfast tænt í tí stilla sum húsavørður við viðlíkahaldi av bygninginum, tømt ruskspannir, ruddað út o.a. Við døgurðaborðið um kvøldið heima hjá okkum var hann sera upptikin av øllum, sum skuldi gerast í Kelduni, og kjakað varð dúgliga aftur og fram.
Hann hevði ein eldhuga fyri, at húsið og alt rundanum skuldi síggja gott út og skuldi vera framúrskarandi fyri Guds ríki. Hansara hægsta ynski var at síggja Guds ríki ganga fram, og at menniskju komu at kenna Jesus.
Jesus er okkara størsta fyrimynd, tá ið tað kemur til at tæna. Í Jóhs. 13 lesa vit um, at Jesus vaskar lærisveinunum um føturnar. Tað var ongin trupulleiki hjá Honum at eyðmýkja Seg og taka uppgávuna uppá Seg, sum ein trælur annars gjørdi - at vaska føturnar hjá lærisveinunum. Hann vísti teimum, hvussu teir skuldu tæna og gera ímóti hvørjum øðrum.
Johs. 13: 3, 12-15. Jesus kendi Sín myndugleika, Hann visti hvør Hann var og var tryggur í Sær sjálvum. Hansara samleiki var í Gudi, og tí hvíldi Hann í Sær sjálvum.
Hesin tænara-hugburðurin sást í Jógvan Martini. Hann hvíldi í Jesusi, og hann visti, hvør hann var í Honum. Hann tænti við gleði og sá seg sjálvan vera við til at byggja Guds ríki. Trúgvin í hansara hjarta var sum eitt sterkt og fast akker, sum ongin kundi vika.
Ígjøgnum lívið fara vit ígjøgnum ymisk stig, og Orðið sigur, at alt hevur tíð sína í Præd. 3:1.
Í versinum ovast lósu vit, at vit skulu minnast til okkara vegleiðarar, sum hava talað Guds orð fyri okkum. Tað stendur eisini, at vit skulu leggja merki til, hvussu teir endaðu sítt lív og síðani eftirfylgja teirra trúgv. Fyrsta stigið í kristna lívinum er at blíva frelst/ur, men tað, sum er alt avgerandi í okkara lívi, er at varðveita trúnna alt lívsskeiðið. (2. Tim. 4:7)
Tænastan í samkomuni kann skifta, alt eftir sum Heilagi Andin leiðir okkum. Við øðrum orðum - kallið er tað sama, men uppgávan kann broytast. Men trúgvin og álitið á Hann og okkara samleiki í Honum eiga at standa rimmar føst og geva okkum ein eldhug í tænastuni fyri, at Hansara ríki kann hava framgongd.
Skrivað hevur Jastrid Høj