Tíni loyndarmál
Sonja I. Jacobsen, 09.06.2020

Matteus 23,25: “Vei tykkum, tit skriftlærdu og Farisearar, hyklarar tykkara! Tí tit reinsa bikarið og fatið uttan, men innan eru tey full av ráni og grískleika.

26 Blindi Fariseari tín! Ger fyrst bikarið og fatið reint innan, so tey kunnu verða rein uttan við!”

 

Flestu okkara vita ymiskt um okkum sjálv, sum ongin annar veit um. Talan kann vera um tankar, ynskir ella okkurt, vit hava gjørt; kanska fyri fleiri árum síðani, sum ongin annar veit um, okkara loyndarmál. Kanska er tað okkurt, ið vit vita er skeivt, men vit ynskja ikki, at onnur skulu kenna okkara loyndarmál. 

 

Tó at fá eru sum Hyacinth Bucket í “Keeping Up Appearances”, har alt snýr seg um, hvat onnur halda um okkum, so útstilla vit ikki alt tað neiliga fyri øðrum.

 

Tað er tó ikki tað, sum onnur síggja hjá okkum, sum Jesus ynskir at arbeiða við. Tað ber ikki til hjá okkum at goyma nakað fyri Jesusi, so Hann bert sær, hvussu reint bikarið tykist uttan. 

 

Hebr. 4: 12 “Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.

13 Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.”

 

Gud kennir sera væl okkara loyndarmál. Gud veit, júst hvar Hann skal skera og hvussu djúpt.

Skulu vit útseta slíka ‘skurðviðgerð’ vegna ótta? Nei, latið okkum lesa næstu versini í sama kapitli, hvussu ómetaliga gott úrslitið gerst, um vit koma til Jesus við okkara ‘loyndarmálum’.

 

Hebr. 4: 14 “Við tað at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina!

15 Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit - tó uttan synd.

16 Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!”

 

Eg vil fegin ynskja tær ein góðan dag og enda við síðsta ørindi í einum sangi mær dámar sera væl.

 

“Eingin skilir teg sum Jesus, tá av leið tín fótur var. Um tú hevur sært Hans hjarta, vil hann fyrigeva tær”.                             

 

Skrivað hevur Djóni á Boðanesi

 

Sí fleiri greinar