Hvør er Signar?
Sonja I. Jacobsen, 04.06.2020

Navn:

Signar á Fríðufløtum​

Aldur:
36

Hjúnafelagi og børn:
Konan er Oda Sonja á Fríðufløtum. Saman eiga vit 3 børn, sum eita Jóhanna Katrina, Tummas Jákup og Paula Maria

Hvar býrt tú?
Eg búgvi á Strondum

Hvar ert tú uppvaksin?
Á Strondum

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Fantastiska góð ár

Hvat gert tú til dagligt?
Arbeiði sum bygningsmálari

Hví valdi tú tað arbeiðið?
Tað var ein møguleiki, sum eg fekk bjóðað, og eg tók av

Hvat gert tú í frítíðini?
Eri nógv heima hjá børnunum og konuni. Eri ljóðmaður í Kelduni, og vit ganga í familjuhúsbólki

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Tað veit eg ikki, ein miðal hampa maður :)

Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tað er tí, at eg havi so góð foreldur, sum hava Kelduna sum sína samkomu og hava havt meg við, og tí gjørdist Keldan eisini mín samkoma

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
At Keldan er ikki sum onnur

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Ja, eg eri ljóðmaður og parkeringsvakt

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon skal vera ein samkoma, sum hevur ávirkan fyri Føroya land

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Eg giti, at eg eri málari

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Frásøgnin um burturvilsta sonin í Lukas. Her hugsi eg serliga um sonin, sum var heima og ongan veg fór. Hann gjørdist øvundsjúkur og kendi eg órættvíst viðfarnan, tá ið beiggin kom heim aftur. Her hugsi eg, hvussu týdningarmikið tað er hjá okkum, sum ganga í samkomuni, ikki at reagera sum hann, men taka væl ímóti øllum og standa saman.

Sí fleiri greinar