Vit kenna tað kanska nógv...."Man Gud veruliga elska meg? Eg veit, at Gud elskaði heimin, men meg?" Soleiðis byrjaði Ólavur Jacobsen taluna leygarkvøldið. Hann vísti á, at vit mangan kunnu tyngja okkum niður av skuldakenslu og halda, at Gud kann ikki brúka okkum, og at Hann elskar hini meir. Men soleiðis er ikki! Evnið, ið Ólavur tosaði útfrá hvítusunnuaftan, er: Heilagi Andin.
Sunnudagin var nakað serligt á skránni - fleiri ungdómar vórðu signaðir. Á hvítusunnu á hvørjum ári, er ungdómssigning. Hetta er ein løta, har biðið verður yvir ungdómin um 14 ára aldur - tá tey eru á gáttuni til vaksna lívið. Pauli Høj bar ein boðskap fram, áðrenn biðið varð.
Síggj myndir frá vikuskiftinum - Trýst HER
Hoyr taluna hjá Ólavi Jacobsen um Heilaga Andan - Trýst HER
Hoyr taluna hjá Paula Høj frá sunnudegnum - Trýst HER