Vika 21
Sonja I. Jacobsen, 25.05.2020

Vit hava fingið tey gleðiboð frá Pál Weihe, at vit nú kunnu rúma fleiri fólkum í salinum. Salurin er stórur, og boðini eru, at ovara hæddin kann roknast sum eitt rúm og niðara hæddin sum eitt rúm. Tí sleppa vit nú undan at hava tilmelding til møtini - øll eru vælkomin. Vit halda tó tilmælini og ansa eftir at skipa alt á skynsaman hátt. 

 

Leygarkvøldið talaði Jóhan Petur Johannesen. Hann talaði um evnið: "Jesu afturkoma". Sera áhugavert!

 

Sunnudagin var familjumøti. Endilia vóru vit savnaði aftur sum ein familja - børn, vaksin, ommur, abbar, ja allir aldursbólkar savnaðir aftur :) Eyð leiddi møtið, og vit fingu nógvan góðan sang. Mirjam Høj greiddi livandi frá um Jónas, ið ikki vildi fylgja boðum Guds. Men tá hann, eins og Paulus og Silas, vendi sær til Gud í yvirgevilsi og tilbiðjan, broyttust umstøðurnar (spola uml. 30 min. inn í stroymingina, um tú vilt hoyra søguna). 

Á skránni var eisini Kahoot spurnakapping, og at enda greiddi Leif Høj frá um bøn.

 

Awake við Jóhan Petur Johannesen -Trýst HER

 

Familjumøti -Trýst HER

 

Myndir - Trýst HER

Sí fleiri greinar