Men hini guðleysu eru sum havið í ódn; tað fær ikki verið stilt, og bylgjur tess skola upp móru og skarn. – Hini gudleysu hava ongan frið! sigur Guð mín. Es. 57, 20-21
Olja á lampuna kann bara fáast ígjøgnum beinleiðis samband við Skaparan. Tú og Jesus.
Tað er gott og uppbyggjandi, at vit hava hvønn annan og kunnu læra av hvørjum øðrum. Kanska fáa eitt orð frá onkrum ella hava eina góða andaliga samtalu við onnur. Koma á møti og verða uppbygd. Fara út og vitna fyri okkara næsta. Ella lurta eftir talum inni á netinum. Alt hettar skal til, og trúgvi eg, er ein gáva frá Jesusi.
Men líknilsið um tær 10 moyggjarnar lærir okkum, at vit kunnu ikki fáa olju frá hvør øðrum. Vit fáa einans olju gjøgnum beinleiðis samband við Jesus. Og Hann gevur okkum gleðiliga av oljuni, um vit vilja hava hana. Men bara ígjøgnum tann rætta persónin, sum er Jesus Kristus. Matt. 25, 1-13
Eg vil deila ein stuttan persónligan vitnisburð um eina opinbering, eg fekk úr Orðinum. Eg kendi tað tungt rundan um meg og kendi ikki orkuna at søkja Jesus. Tá kom hendan søgan til mín um Mariu og Martu. Maria slepti øllum dagligum uppgávum og setti seg við Jesu føtur. Hon lurtaði og lærdi av Jesusi bara við at sita í Hansara nærveru. Hon skuldi onki gera, ikki brúka kreftir fyri at koma ”uppá hestin aftur”. Men tað mótsatta, sleppa sínum kreftum og bara seta seg við Jesu føtur. Eg og Jesus! Í tøgn. Bara at vera! Eg kendi hvussu oljan rann inn í mítt innara og kendi bara, hvussu sálin drakk av tí livandi keldu, og hetta fylti tað innara menniskja. Sálartangin bleiv fyltur upp.
Drekk við Jesu føtur. Hann koyrir ongan frá Sær, men Hann tekur ímóti tí, sum leitar til Hansara.
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Matt. 11, 28
Skrivað hevur Anja Bjerkenes