Vika 20
Sonja I. Jacobsen, 17.05.2020

Hendan vikan gjørdist heldur øðrvísi. Týsdagin fór okkara elskaði og trúfasti vinur, Jógvan Martin Høj, av hesi fold. Hann hevur verið trúfastur at bygt Guds samkomu mestsum alt sítt lív. Hann var ein av stovnarunum av Kelduni og hevur verið við at bygt samkomuna og verið andaliga fúsur øll hesi ár. Leygardagin fór Mass til gravar, og vit standa eftir í takksemi fyri alt, ið hann hevur verið fyri samkomuna, familjuna, samfelagið og Guds ríki. 

 

Leygarkvøldið var Awake. Nógvur lovsangur var á skránni, nú vit endiliga aftur kunnu prísa Gudi saman í Guds húsi. Síðani talaði Bjørgfinnur út frá evninum: "Bygg múrin uppaftur".

 

Sunnudagin hevði Rúni Rasmussen ein kraftmiklan og trúarstyrkjandi boðskap um Guds ríki. 

 

Awake við Bjørgfinni Heinesen -Trýst HER

 

Sunnudagsmøti við Rúna Rasmussen -Trýst HER

 

Myndir - Trýst HER

Sí fleiri greinar