Navn:
Poula Johansen
Aldur:
72
Hjúnafelagi og børn:
Eg var gift við John Johansen, og er hann fluttur heim til Harran fyri trimum árum síðani. Saman fingu vit Johnny, Oliviu, Vinjard, Hans Ova og Siri.
Hvar býrt tú?
Á Eiði
Hvar ert tú uppvaksin?
Á Eiði
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Eg minnist bara gott á míni barnaár, góð systkin og góð foreldur. Til stuttleika kann eg fortelja, at pápi mín var tann fyrsti, sum koyrdi rutubil á Eiði. Av tí sama var altíð nógv lív í heima hjá okkum.
Hvat gert tú til dagligt?
Í dag eri eg pensionerað og einsamøll, eg bindi, vitji børnini, ommubørn og vinir, men hevði tú spurt meg fyri nøkrum árum síðani, so var mítt síðsta arbeiði á føðideildini sum gongsgenta. Har arbeiddi eg í 8 ár.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eg varð biðin at koma, og eg fall til.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tað kanst tú ikki spyrja gamlar konur :) Eg bindi, baki, lesi og so framvegis.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Fyrikomandi, hjálpsom og glað.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Vit byrjaðu at koma til teltmøtini á Gøtueiði, síðani fylgdu vit við, tá ið Keldan flutti inn í Skálafjørð. Tá eg var 16 ár, arbeiddi eg í føroyingarhavnini í Grønlandi, har eg gav arbeiðismonnunum mat, og har hevði eg mín fyrsta vitnisburð á einum møti uppi í sjómansheiminum.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Okkum hevur altíð dámt væl, og børnini hava altíð trivist væl. Eg kenni meg væl at koma í Kelduna og vera saman við fólkunum har.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í vaski- og møtivertatænastuni.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At hon fyllist og fleiri leggjast til.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Um eg livi og havi heilsu, so síggjast vit í Kelduni.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Orðtøkini 17, 22: Glatt hjarta gevur heilsubót góða, men dapur hugur fær beinini at visna.”
Hesi orð vóru mær ein sera góð troyst og styrki, tá eg var sjúk av kreft, og sum eg gjørdist frísk av - takk fái Guð fyri tað.