Tilmelding til møtini
Sonja I. Jacobsen, 12.05.2020

Møtini í Kelduni eru nú byrjað aftur, men eftir landsins tilmælum kunnu vit bert savnast upp til 100 fólk til møtini. Tí er neyðugt við at melda seg til møtini.

 

Leygarkvølið kl. 20 verður Awake við Bjørgfinni Heinesen. Tilmelding fer fram umvegis Facebooksíðuna: "Awake Ungdómur".

 

Sunnudagsmøtið byrjar kl. 11.30, og Rúni Rasmussen kemur at tala. Fyribils eru eingi barnamøtir. Meldað verður til møtið á tlf. 232512 (Búgvi Olsen). Viðmerk, um tú meldar fleiri til. 

 

Um tú einki frættir aftur, er alt í lagi. Um fultteknað er, fært tú boð sendandi um tað.

 

Tíverri er ikki gjørligt at skipa kaffiløturnar enn, so kaffiterian er læst av, og gingið verður inn og út gjøgnum høvuðsdyrnar til stóra salin.

 

Møtini verða eisini stroymd beinleiðis á youtube rásini hjá Kelduni – undir navninum Keldan Netvarp - leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnudagin kl. 11.30

Sí fleiri greinar