Hetta var vikan, vit leingi hava bíðað eftir.....tá vit aftur kundu hittast í Kelduni til møtir. Sanniliga gleðiligt, men enn vantar okkum, at øll kunnu savnast í senn og eisini drekka kaffi og práta saman. Hetta kunnu vit gleða okkum til.
Leygarkvøldið var Awake - frá hjarta til hjarta. Í høvuðsheitum var bøn og lovsangur á skránni.
Á møtinum sunnudagin talaði Ólavur Jacobsen, og evnið var: "Okkara samleiki í Kristusi".
Barnamøti var á netinum, sum tað hevur verið seinastu tíðina.
Sunnudagsmøti við Ólavi Jacobsen - Trýst HER
Online Barnamøti - Trýst HER
Myndir - Trýst HER