Seinastu mánaðirnir hava fyri mong okkara verið ein kollvelting, tí vit hava upplivað, at skúlar og barnagarðar hava latið aftur, og mong okkara vórðu send heim at arbeiða. Alt orsakað av einum virusi.
Brádliga fingu vit tørv á at innrætta okkara lív øðrvísi enn áður; her hugsi seliga um familjulív og annan felagsskap. Hvørt húski hevur hildið seg fyri seg sjálvt - uttan fysiska samveru við aðrar familjur og vinir. Áðrenn hesa hending bar okkara gerandisdagur brá av at vera “fullpakkaður” av arbeiði og øðrum aktivitetum, og sjáldan var tíð sett av til djúphugsan, lesnað og bøn. Men koronatíðin hevur vent øllum á høvdið, tí nú var brádliga ríkiligt av tíð. Hetta hevur fingið meg at hugsa um hugtakið tíð, og hvat vit nýta hana til og somuleiðis at knýta tað til líknilsini úr nýggja testamenti, har Jesus greiðir frá um at sáa, sum her í Matt. 13:3-9:
Hann talaði nú nógv til teirra í líknilsum. Hann segði: "Sáðmaður fór út at sáa. Í tí hann sáaði, fall nakað við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold. Tað kom við tað sama upp, við tað at har var ikki djúpt. Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað. Men nakað fall í góða jørð, og tað bar grøði, sumt hundraðfalda, sumt sekstifalda og sumt tríatifalda. Tann, ið oyru hevur, hann hoyri!"
Vit vita, at hvørt samdøgur hevur 24 tímar, 1.440 minuttir og 86.400 sekund - hvussu nógv av tíð okkara verður sáað í góða jørð?
Um vit skulu blíva góð til eitthvørt, er neyðugt, at vit seta tíð av til tess. Vit kunnu taka eitt dømi um ein yrkisfótbóltsspælara. Hvussu nógva tíð hevur viðkomandi ikki sett av til venjing, áðrenn viðkomandi gjørdist yrkisleikari? Viðkomandi hevur sáað tíð sína í venjing og hevur heystað ein ynsktan ávøkst, sum var at gerast yrkisleikari. Sama kann sigast um okkara andaliga lív. Um vit regluliga sáa við tíð okkara til lesnað í Orði Guds og hava samfelag við Hann, fer hetta sáðið eisini at bera ávøkst, tí tað er sáð sáað í góða jørð. Hesin ávøkstur ber við sær, at sinni okkara verður endurnýggjað, og at vit koma at kenna Hann betur og hvat vilji Hansara er fyri okkara lív.
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna. Róm. 12:2
Skrivað hevur Jóannes E. Markná