Møtini í Kelduni byrja aftur
Sonja I. Jacobsen, 06.05.2020

 

Út frá nýggju tilmælunum frá landsins myndugleikum, koma vit varisliga at byrja møtini í Kelduni aftur. Hetta kemur at vera undir skipaðum viðurskiftum, har vit framhaldandi fylgja tilmælunum, sum myndugleikarnir hava givið. Tað merkir m.a., at í mesta lagi 100 persónar sleppa á møti hvørja ferð. Tí er neyðugt at tilmelda seg til møtini, so til ber at halda skil á, hvussu nógv koma. 

 

Leygardagin verður Awake við “Hjarta til hjarta” (lovsangur og bøn) kl. 20.00, og sunnumorgunin talar Ólavur Jacobsen á møtinum, sum byrjar kl. 11.30. 

 

Tað verður ikki kaffi aftaná Awake leygarkvøldið ella áðrenn møtið sunnumorgunin. Vit ganga inn gjøgnum inngongina við salin og koma ikki at brúka kafeteriuna. Spritt hongur á vegginum beint við inngongina. Tað verður ikki nakað barnamøti sunnudagin. Fyribils eru barnamøtini á netinum, eins og tey hava verið seinastu tíðina. 

 

Tilmelding til Awake fer fram við at fara inn á “Awake ungdómur” á Facebook og viðmerkja undir lýsingini fyri hetta vikuskiftið. Tilmelding til møtið sunnudagin fer fram við at senda eini sms boð til 232511 (Pauli Høj). 

Eru tit t.d. fimm, sum koma, so skrivar tú: “vit eru 5, sum koma á møti sunnudagin”. Kemur tú einsamøll ella einsamallur, so skrivar tú bara: “eg komi á møti sunnudagin.” 

 

Øll tey, sum melda seg til og einki hoyra aftur, kunnu koma á møti. Tey, sum melda seg til aftaná, at tað er fult teknað, fáa boð um, at tað er fult teknað og kunnu tíverri ikki vera við hesaferð. Tað er ”først til mølle”, sum er galdandi. Tað er ein løgin kensla at skula avmarka tað á henda hátt, men sum umstøðurnar eru í løtuni, fáa vit ikki gjørt tað nógv øðrvísi. 

 

Møtini verða eisini stroymd beinleiðis á youtube rásini hjá Kelduni – undir navninum Keldan Netvarp - leygarkvøldið kl. 20.00, sunnudagin kl. 11.30, og barnamøtið verður sent sunnudagin kl. 13.

 

Sí fleiri greinar