Navn:
John Petursson av Gørðum
Aldur:
31 ár
Hjúnafelagi og børn:
Giftur við Harriet Olafsdóttir av Gørðum, og saman hava vit eina fosturdóttir á 5 ár og Maju Lý á 4 mdr.
Hvar býrt tú?
Æðuvík
Hvar ert tú uppvaksin?
Hósvík
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Góð, lærurík, skapandi og rokalig :)
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði sum sølumaður á Bygma Balslev, og saman við Harriet reka vit okkara fyritøku Olafsdóttir spf./Hanusarstova
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Eitt sindur av tilvild, royndi meg við ymiskum, tá eg fór úr 10. flokki - arbeiddi sum sølumaður hjá Føroya Bjór, tá ið ein frá Balslev ringdi og spurdi, um eg var áhugaður at koma at læra til sølumann har, 12 ár seinni eri eg enn har.
Hvat gert tú í frítíðini?
Uha… í hesum húsarhaldinum er lítil frítíð, tvass… mær dámar væl at smíða, bóndast, pápast, og so fer fótbólturin eisini við eitt sindur av tíð.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Smílandi, arbeiðssamur, ábyrgdarfullur, snarsintur....men tó líka skjótur niður aftur ;)
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Beiggjarnir hjá Harriet gingu í skúla í Kelduni, og um somu tíð byrjaðu vit at ganga í sunnudagsskúla í kelduni.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Mær dámar best samanhaldið, og hvussu ein verður móttikin, tá ein er har - fyrimyndarligt at síggja, hvussu nógv orka verður løgd í at fáa fólk at føla seg vælkomnan.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Nei, tíverri
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
Halda áfram við at vera ein sterk fyrimynd í samfelagnum.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Rokist nokk enn í Hanusarstovu :)
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Tað eru nøkur - eitt, ið myndaði okkara heim, er Hebr. 13.2: Gloymið ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur - uttan at vita tað - havt einglar til gestir.