Játta tað aftur og aftur
Sonja I. Jacobsen, 28.04.2020

Eg kendi eini hjún, har kvinnan fekk krabbamein. Boðini vóru tung, og ótryggleikin snýkti seg inn. Alt, ið áður var so trygt og gott, var nú rapað saman. Hvat nú, hvussu mundi tilveran fara at broytast, mundi kvinnan fara at tola viðgerðina, ella fór hetta at vera endin! Stúranin snýkti seg inn.

 

Men hetta parið fór at leita sær til teirra faðir – Faðirin í Himli. Tey lósu í Orðinum og komu fram á Sálma 91. Hetta orð tóku tey til sín. Tey játtaðu hendan sálman yvir seg hvønn tann einasta dag. Tey tóku hesi orðini til sín og valdu at trúgva tí fult og fast – tey settu sítt fulla álit á Faðirin í Himli. Alt koyrdi sína gongd, men tað, ið hendi, var, at tey fingu frið; ein slíkan frið í sinnið, sum einans Gud kann geva.

 

Og var Hann við? Ja, Hann var við! Kvinnan fór ígjøgnum viðgerðina, men gjøgnum alla tilgongdina kendi hetta parið, at tað var borið - sum á arnaveingjum. Tá kvinnan einaferð skuldi undir skurð, fekk hon Sálma 23, sum byrjar soleiðis: HARRIN er hirði mín; mær fattast einki.Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum; Og meðan kvinnan lá í narkosu og bleiv skurðviðgjørd, upplivdi hon tað, sum var hon í hesum vakra og friðfulla staði, sum Sálmur 23 lýsir. Hon bleiv frísk.

 

Vit kunnu eisini uppliva ymiskt í lívinum, ið kann venda upp og niður upp á okkara tilveru ella tankalív. Stúranin snýkir seg inn og leggur seg sum eitt tungt teppi yvir tankar og sinni okkara. Hvat er tá at gera? Vit lesa í bíbliuni hesi orð: fallið mót – hvør er mentur at bera tað! So tað ræður um at halda mótinum uppi, leita sær til elskaða Faðirin í Himli, lesa í Hansara orði, krøkja seg í tað og halda fast. Nógvir góðir kapittlar og vers eru gjøgnum alla bíbliuna, men í hesum føri vil eg vísa á Sálma 91, ið hevur so nógv lyfti, ið vit kunnu taka til okkum og líta á. Slá tað upp og les tað aftur og aftur.

 

Hesi versini í Fil. 4, 6-7 siga tað eisini so væl:

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk!

So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

 

Hetta er tann friðurin, ið bara Gud kann geva. Ein friður, ið ber av øllum viti - og hesin serligi friður skal varðveita hjarta og tankar okkara. Tá kunnu vit hvíla sum børn, ið hava tað trygt og gott.

 

Skrivað hevur Sonja I. Jacobsen

 

Sí fleiri greinar