Hvør er Leivur?
Sonja I. Jacobsen, 21.04.2020

Navn:

Leivur Steintún

 

Aldur:

34

 

Hjúnafelagi og børn:

Eyð - Unn, Sigmund og Edith

 

Hvar býrt tú?

Á Eiði

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Í Sørvági

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?

Góð og trygg barnaár við góðari familju. Útilív, seyðahald, Tindhólmur, SÍ o.s.fr.  

 

Hvat gert tú til dagligt?

Sigli sum maskinmeistari

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg ynskti at hava eina góða útbúgving, og eg var smiðjur frammanundan, so tað kendist rætt

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Nógv tíð fer til børn og familju. Annars er tað seyðahald og ymiskt viðlíkahald

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Arbeiðsamur, róligur og jaligur

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Tað bleiv mín samkoma, samstundis sum eg bleiv giftur

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

At samkoman er brennandi. Familjuvinarlig samkoma, har fólkini eru sera blíð og fyrikomandi

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Ikki í løtuni

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuni?

At hon skal verða eitt stað, har menniskju møta Guðs kærleika. At samkoman lívgar til anda, sál og likam

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Í Runavík

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Mær dámar sera væl Rómbrævið kapittul 12!

 

 

Róm. 12,9: Kærleikin veri ikki bert eiti! Skýggið hitt illa, haldið fast við hitt góða!

 

 

Sí fleiri greinar